Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Klakkur roynist væl á Flemish Kap higartil

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.02.2020 - 17:09 Tíðindi Vinna

Nýggjasta línuskipið hevur fiskað væl meir enn hini línuskipini á Flemish Kap.

Nýggjasta línuskipið í føroyska línuflotanum, Klakkur hjá Sp/f Undir Klakki í Klaksvík, hevur roynst væl á sínum fyrsta túri undir føroyskum flaggi. Tey seks føroyski línuskipini, sum royna á Flemish Kap í løtuni, byrjaðu at fiska 22. ella 23. januar.

Klakkur, sum er 10 áa gamalt skip, er millum 12 og 20 ár yngri enn hini føroysku frystilínuskipini á Flemish Kap. Hann klárar m.a. at frysta væl meir enn hini skipini um døgnið, og tað munar væl, tá fiskiskapurin er góður. Sambært yvirliti hjá Vørn, sum Norðlýsið hevur fingið í dag, so hevði Klakkur fiskað væl meira enn hini skipini á midnátt. Klakkur hevði tá fiskað 416,4 tons í rundum, meðan øll hini skipini lógu millum 250 og 272 tons í rundum. Øll veiðan hjá øllum skipum er toskur. Flestu skipini avhøvda fiskin og tá skulu vit býta nøgdina í rundum við 1,5, sum er faktorurin, ið brúktur verður, tá fiskurin er avhøvdaður. Tá svara 416,4 tons av rundum hjá Klakki til 277,6 tons av avhøvdaðum. Klakkur lastar 370 tons, harav 340 tons eru á plattum.

Klakkur og Jógvan I hava eisini møguleikan at skera til flak, og tá er faktorurin nakað væl hægri og sum skilst hava tey nakað av flaki hendan túrin. Sí veiðutølini í rundum á midnátt millum 2. og 3. februar niðanfyri. Á midnátt vóru 1714,4 tons av kvotuni á 1907 tonsum fiskað. Sostatt fara føroysku línuskipini væntandi at sigla heim í vikuni. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…