Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Donald Trump styrktur burturúr ríkisrættarmáli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2020 - 11:09 Politikkur Tíðindi

Tvey ákærumál vóru ímóti sitandi forsetanum í USA í ríkisrættarmáli, sum hevur koyrt í longri tíð. Málið er nú liðugt, og senatið fríkendi forsetan í báðum málum.

Í málinum, sum snúði seg um at hava mótarbeitt Kongressini, bleiv Donald Trump fríkendur við 53 atkvøðum, og í hinum málinum, ið snúði seg um at misnýta vald sítt, bleiv Trump fríkendur við 52 atkvøðum, í báðum førum út av 100. Hetta ljóðar kanska sum ein tepur meiriluti, men tá skal havast í huga, at tveir triðingar skulu vera fyri at koyra ein forseta frá, tað vil siga minst 67 atkvøður. Sostatt restaðu ávikavist 20 og 19 atkvøður í fyri at kunna frákoyra forsetan.

Onki óvæntað var við atkvøðugreiðsluni, tó at merkisvert var, at ein einsamallur republikanari atkvøddi fyri “misálitinum”, um ein kann kalla tað so. Tað var Mitt Romney, ið atkvøddi saman við demokratunum. Burtursæð frá honum vóru øll flokstrúgv – demokratarnir atkvøddu fyri at koyra forsetan frá, meðan republikanararnir stuðlaðu honum í at vera sitandi.

Mett verður, at hetta styrkir forsetan í hansara roynd at endurvinna forsetaembætið í heyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing