Lýsing
Lýsing
Lýsing

Maria føroyameistari í Lendisrenning

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  11.02.2020 - 13:30 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Maria Biskopstø úr Treysti vann leygardagin FM í Lendisrenning

Leygardagin bleiv FM í Lendisrenning hildið í Hoydølum. Hetta var samstundis 5. umfar í BETRI Vetrarkappingini 2019/20. Hetta var 17. ferðin at kappast verður í FM í Lendisrenning, sum bleiv hildið á "Stovugólvinum" omanfyri Svangaskarð á Toftum frá 2004 til 2010. Eftir tað flutti tiltakið til Havnar og er hetta sostatt 10. ferðin at FM í Lendisrenning verður runnið í Hoydølum. 60 luttakarar vóru við og rennast skuldu seks umfør á umleið 1,3 km. Børnini runnu tvey umfør.

Maria Biskopstø úr Treysti, sum hevur vunnið tey trý undanfarnu umførini í vetrarkappingini, og sum fyri fyrstu ferð luttók í kvinnubólkinum í Lendisrenning, gjørdi bart og lat ongan iva verða um hvar FM-heitið skuldi. Hon legði seg á odda frá byrjan og munurin øktist spakuliga allan teinin, so hon at enda vann ein tryggan sigur. Nummar tvey bleiv Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum, meðan veteranurin Rigmor N. Arge bleiv nummar trý. Maria vann eisini kvinnuunglingabólkin.

Hon hevur nú fýra av fimm sigrum í vetrarkappingini.Hon var ikki við í fyrsta umfarinum Runt Agnið. Flott av Mariu, sum er spurt/miðteinarennari at gera seg galdandi á longru teinunum eisini. Hon fyrireikar seg til DMU innandura um mánaðarskiftið, har hon skal renna 200m, 400m og 800m.

Hjá monnunum gjørdist Signar B. Røsvik úr Bragdinum tryggur vinnari, frammanfyri Eirik Hansen úr Bragdinum og Helga W. Olsen.

Íalt bleiv tað til fýra gull-, tvey silvur og tvey bronsuheiðursmerkir til Treysti. Borgar Biskopstø gjørdist nummar trý í superveteranbólkinum. Karin K. Petersen bleiv nummar tvey hjá superveterankvinnunum. Gunnar Simonsen vann bólkin fyri ultraveteranar.

Vibeka Sivertsen vann gentubólkin, meðan Tabita Hvannastein bleiv nummar tvey. Christian S. Andreasen gjørdist nummar trý í dreingjabólkinum.

Leinkja til innslag í 3-2 hjá Kringvarpinum er at finna her: Maria og Signar føroyameistarar í lendisrenning

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…