Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kveikjandi áhugi í Tinginum

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD  |  14.02.2020 - 08:33 Tíðindaskriv

Sum forkvinna í MEGD er tað gleðiligt at uppliva, at politiski myndugleikin fylgir við og hevur áhuga fyri avbjóðingum, ið røra seg á brekøkinum. Vitandi um, at avbjóðandi er at fylgja við á øllum økjum, so var dagurin í Løgtinginum í gjár prógv um, at fleiri taka uppgávuna í álvara. Hetta vístu m.a. munnligu spurningarnir frá tingfólki til landsstýrisfólk, ið góvu svar. Úr rúgvuni av fyrispurningunum havi eg valt at varpa ljós á nakrar teirra. 

 

Verja, tá ið verkfall er

MEGD hevur í feiri umførum víst á, at eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Tá hava fleiri verið noydd at flyta úr egnum heimi til familju ella størri búfelagsskapir, og fólk, sum í vanliga gerandisdegnum hava brúk fyri hjálp og stuðli av ymsikum slag, hava verið frátikin grundleggjandi rættindi. Neyðugt er at arbeiða miðvíst og gera avtalur, ið tryggja, at hetta ikki kemur fyri.

 

Seinast var í 2018, og enn er einki hent í málinum.

Tí var tað kærkomið, at spurningurin frá tingmanninum Brandi Sandoy fekk landsstýriskvinnuna í Almannamálum at geva til kennar, at her má okkurt henda. Tó kann landsstýriskvinnan ikki standa einsamøll. Her eru fleiri partar, ið mugu samstarva til frama fyri tey, ið hava verju fyri neyðini.

Onnur lond megna at finna loysnir, tí eiga vit eisini at finna tær.

 

Bústaðir

Í Føroyum er tað sjálvsamt, at fólk, ið bera brek, kunnu velja, hvar tey vilja búgva. Bíðilisti er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár. Tá eru, umframt manglandi bústaðartilboð, almennu tænasturnar avmarkaðar. Í dag standa 149 fólk á bíðilista hjá Almannaverkinum.

Bústaðir til fólk, ið bera brek, mugu tó raðfestast høgt komandi árini.

Tí vóru spurningarnir frá tingkvinnunum Kristinu Háfoss og Ingilín Didriksen Strøm vælkomnir. Landsstýriskvinnan í almannamálum viðurkendi, at bústaðarneyð er. Tó vísti hon á, at ætlanir eru at bøta um støðuna. Bólkur er settur at koma við tilmæli og eftirfylgjandi varð lovað, at gongd skal setast á fjølbroytta bústaðarbygging.

 

Samskiftisdepil

MEGD hevur nýliga víst á, at eingin skipað ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum er í Føroyum. Avbjóðingarnar á økinum eru fleiri.

Vit hava í dag ein vælvirkandi Sjóndepil. Við honum sum fyrimynd eiga vit at arbeiða við at menna ein samskiftisdepil, har menning av alternativum samskiftishættum verða styrktir. Her kunnu tey, ið hava avbjóðingar við samskrifti leita sær hjálp og stuðul. Her er talan um avbjóðingar við hoyrn, talu og samskifti, rødd, manglandi minni, avbjóðingar við at lesa og skriva ella kognitivar avbjóðingar. 

Spurningurin, ið tingmaðurin Steffan Klein Poulsen setti landsstýrismanninum í heilsumálum, viðvíkjandi føroyingum, ið hava fingið Cochlair Implant (CI), er viðkomandi. CI er eitt tól, ið verður innopirerað og skal geva deyvum ella tunghoyrdum møguleika at hoyra.

Sum tingmaðurin sjálvur vísti á, so er eingin venjingar- ella menningarætlan fyri føroyingar við CI. Hetta ger, at tólið ikki fær fullan virknað og í ávísum førum miseydnast. Landsstýrismaðurin vildi fegin finna eina loysn.

Hóskandi er her at vísa á týdningin av einum samskiftisdepli, har ymsu fakbólkarnir innan økið samstarva og eisini ráðgeva um tøknilig hjálpartól á økjunum og leggja ætlanir fyri menning og seta mál.

 

Heildarætlan fyri menningarætlan og endurmenning

Í Føroyum er eingin heildarætlan fyri menning og endurmenning. MEGD hevur víst á, at fólk við varandi sjúkum eru tí ikki tryggjað eina samskipaða heildarætlan fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan-, sálarligan-, sosialan- og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Hetta skal vera okkara mál.

Eins og Rósa Samuelsen, tingkvinna, vísti á, so er tvingandi neyðugt at fáa eina heildarætlan fyri menning og endurmenning at virka í Føroyum. Fleiri detta niður ímillum og fáa ikki ta hjálp, sum teimum tørvar. Hjá summum gerst hetta ein vónleys støða – bæði fyri borgaran og tey avvarðandi.  

 

Áhugi, ið førir til úrslit

Við lovandi svarskrivum frá landsstýrisfólki til kveikt og áhugað tingfólk fái eg ta vón, at ferð verður sett á ymisku viðurskiftini. Helst skal tað ganga skjótt, so føroyingar, ið liva við avbjóðingum, fáa eitt so virkið lív sum gjørligt. Neyðug er, at áhugin førir til ítøkilig úrslit.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Órógv í Tinganesi
Hjarnar vitjaðu Norðlýsið og vit fingu e…
Nýskipa­nar­nevndin kemur við fyrstu tilmæ…
Ruðuleiki og líkasæla valda í landsstýri…
Kirkju­ráð­sval í morgin
KÍ prát í Bláustovu
Tøk grund­stykkir
Páll Klettskarð vitjaði ommu sína
Útróðurin í dag
Borgin 900 pund við snellu
Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjar…
Kunning um Suðuroyar­tunnilin
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Dalsenni 12.000 pund
Veðrið í vikuni
Gimmi væl fagnaður á Glyvrum
Ungdómar syngja og vitna í Betesda í kvø…
Stóri leiklutu­rin hjá Dávidi B. Andrease…
Sjey nýggir slangukavarar
FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni