Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sandoyggjafólk í sjokk

SKRIVAÐ: Gerhard Lognberg, borgarstjóri  |  14.02.2020 - 10:51 Politikkur Tíðindaskriv

Strandferðslan boðaði til fundar hóskvøldið, tann 13. februar, har stjórin saman við tveimum av sínum leiðandi vóru við í Samljóð í Skopun.

Fyrst má eg siga, at vit øll vóru sera takksom tá tað frættist, at strandferðslan hevði keypt eina brúkta fergu úr Norra til farm, takk skulu tit eiga fyri tað.

 

Í gjárkvøldið var eg í sjokk um ferðaætlanuna, sum Strandferðslan hevði uppskot um. Men vit skulu minnast til, at hetta var bara eitt uppskot, men sjálvur ynski eg hatta uppskotið har sum piparið grør.

 

Eg skilti støðuna soleiðis, at SSL manglaði 1,5 mió til Spógvan, av hesu grund skuldi øll ferðslan vendast á høvdið.

 

Tað allar fúlasta við fundinum var, at SSL ætlaði at Teistin skuldi leggjast kl 20.00 um kvøldið, síðan skuldi Hasselfjord sigla restina av túrunum.

 

Hetta gjørdi fundarluttakararnar bæði sjokkeraðar og illar, hetta kann eingin bjóða Sandoyar Sýslu, hetta er undir alt lágmark.

 

Eg uppfataði fundin soleiðis, at fyri at fáa pengar so skuldi Sandoyarfólk brúkast til jarnbrot, tí komu hesar hóttanirnar frá SSL.

 

Hasselfjord, sum hevur verið sagt ferð eftir ferð í miðlunum, tekur bara 12 ferðafólk og tað er bilførarirnir, sum skuldu við ferguni. Hvussu tá 13 fólk standa á Gomlurætt, fær so tann eini boð um, at hann ikki sleppur við?

 

Við hesu “nýggju” gomlu ferguni hildu vit, at allir trupulleikar vórðu loystir og ikki at meiningin var, at bumba Sandoynna eini 15 ár aftur í tíðina.

 

Vælsignaðir, bæði Strandferðslan og tann politiski myndugleikin, játtið Spógvanum 1,5 mió og latið Hasselfjord sigla ein túr á morgni og ein á kvøldi út í Hest. Og síðan føra farm saman við Teistanum til og frá Sandoynni, tí sum er, er kaos tá tosað verður um flutning at fiski, betongbilum, stórmaskinum o.s.v.

 

Um Strandferðslan og løgtingið hava planur um, at føra hesa fullkomuliga meiningsleysu ferðaætlan út í lívið, gerið so Sandoyarfólkið tann beina, at tit sjekla Hasselfjord fasta við ketum í Norra so, at vit ongantíð síggja hana í Føroyum.

 

Men eg havi álit á tí politiska myndugleikanum og løgtinginum at hetta, vit vóru modell til í Samljóð, ongantíð verður ført út í lívið, ongantíð!

 

Tá Norðoyartunnilin varð gjørdur, sigldu tvey skip pendul, tá Vágatunnilin varð gjørdur, sigldu tvey skip pendul.

 

Nú Sandoyartunnilin er í ger, velur man at leggja tað nýggja skipið á hálvum degi!

 

 

Við heilsan

 

Gerhard Lognbeg

borgarstjóri

Skopunar Kommuna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…