Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stríðið um proteinini - fiskur og uttanríkispolitikkur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.02.2020 - 09:17 Mentan Tíðindi Vinna

Hanus Samró, stjórnmálafrøðingur hevur fyrilestur í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld kl. 19.30

Tað elvdi til politiskt rumbul, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fór á fund í Russlandi í september 2014. Orsøkin var stórpolitiska ósemjan millum Russland og Ukraina.

Føroyar vóru millum fyrstu tjóðirnar í heiminum, ið gjørdu fiskiveiðuavtalu við Sovjetsamveldið, og í dag er føroyski útflutningurin tætt knýttur at russiska marknaðinum. Hvat hava fiskiveiðuavtalur og útflutningur í felag? Ella hava tey nakað í felag? Kann tað hugsast, at Føroyar hava ein ella annan leiklut, sum eingin gevur sær far um?

Fiskiveiðuavtalan hevur týdning, men hon sigur einki um samhandilin. Um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið. Hagtølini vísa, hvønn týdning russiski marknaðurin hevur í dag, men tey siga ikki nakað um søguligu viðurskiftini. Bara nútíðina. Nær byrjaði samhandilin? Hvønn týdning hevði hann?

Fyri at finna svarið, mugu vit leita aftur í tíðina. 25 ár fyri fiskiveiðuavtaluna. Aftur til byrjanina av kalda krígnum, tá Føroyar vórðu limaðar inn í NATO og gjørdust lítil brikkur í vesturlendsku verjusamgonguni.

Kalda kríggið kann ikki samanberast við spentu støðuna í dag. Tað var ein ein onnur tíð. Og tó. Tað eru nøkur viðurskifti, ið ganga aftur.   

 

HVAR: MIÐHØLLIN Á SKÚLATRØÐ   NÆR: 17. FEBRUAR KL. 19.30

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…