Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsumálaráðið fremur lógarbrot?- Alexandra ikki longur stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsið!?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.02.2020 - 16:12 Tíðindi

Umsitingin hjá, landsstýrismanni í Heilsumálum, hevur nú tikið eitt stig at avtaka sjálvstøðugu leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí pr. í dag er talið av stovnsleiðarum á LS, KS og SS broytt úr trimum niður í ein, nevniliga stjóran á LS, Steinar Hollesen Eirikstoft !!! Spurningurin er, um hetta er lógarbrot og í stríð við vilja og samtykt Føroya Løgtings, sum í sambandi við bygnaðarbroytingarnar av sjúkrahúsverkinum samtykti, at hvørt sjúkrahús hevði sína egnu játtan og sjálvstøðuga stjóra.

Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram í lokalsamfelagnum her í Norðoyggjum, at læknastríð og sjúkrahússtríð ikki endar, fyrr enn embætisverki í Havn hevur fingið fult ræðið á KS sum liggur í nærumhvørvinum hjá umleið 10.000 føroyingum.

Og nú er líka til, at skriðan suðuri í embætisverkinum er blivin ov stór til at lata KS fáa frið til at virka sum fullgildugur partur av umlagda sjúkrahúsverkinum við trimum sjálvstøðugum og samstarvandi sjúkrahúsum við hvør sínum stjóra og hvør sínari játtan á løgtingsfíggjarlógini og harvið – skuldi ein trúð – í landskassaroknskapinum.

Pr. í dag er nevniliga hend tann sera løgna, ófráboðaða og ófrættakenda broyting í leiðslukunningarskipanini í landskassaroknskapinum, sum Føroya Gjaldstova umsitur, at stovnsleiðararnir á teimum trimum sjúkrahúsunum – Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús – nú ikki eru til har longur. Nú er bert ein stovnsleiðari í leiðslukunningarskipanini, nevniliga stjórin á Landssjúkrahúsinum, Steinar Erikstoft !!!

Hetta er eitt satt álvarsmál, tí hetta merkir, at nú er tað ikki longur Alexandra á Dul, sum ber heitið stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum sleppur at gera av, hvussu játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús verður brúkt og umsitin. Nei, nú sigur umsitingin í Havn, at hesar avgerðirnar skulu takast av einum øðrum stjóra, nevniliga stjóranum á LS !!!

Somu lagnu hevur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, fingið, tí heldur ikki hann er longur stovnsleiðarin á SS, ið ger av og hevur ábyrgd av, hvussu pengarnir har skulu brúkast.

Hetta er enn ein innholan av samtykt løgtingsins um, at sjúkrahúsverkið framhaldandi skuldi fevna um trý sjúkrahús við egnari sjálvstøðugari leiðslu og við egnari sjálvstøðugari játtan, tí hvat nyttar tað, at tríggir stjórar eru til pynt og hava egna játtan, tá ið tað bert er tann eini, sum hevur allan fíggjarligan avgerðarrætt, eisini internt á hvørjum sjúkrahúsi.

!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík