Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta er at avtaka Klaksvíkar Sjúkrahús!

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim, borgarstjóri  |  18.02.2020 - 13:46 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er toppmált frekt og arrogant av landsstýrismanninum í heilsumálum, tá hann sigur við Kringvarp Føroya, at hann ikki sær tað sum eitt politiskt mál, at stjórin fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í gjár fekk bræv frá hansara egnu umsiting um, at hon ikki longur hevur fíggjarligar stjóraheimildir fyri sín egna stovn, men at stjórin á LS nú er stovnsleiðari fyri KS – og enn verri verður tað av, at hetta gongur beint ímóti tí, sum hansara arbeiðsgevari, Føroya Løgting, hevur samtykt. Okkara umboð í løgtinginum eru tey einastu, sum kunnu steðga hesi niðurlaging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tað bæði vænta og krevja vit av teimum!

Í seinasta valskeiði feldi Føroya Løgting tilmælið frá umsitingini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, um at Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús bara skuldu hava varastjórar.

Tá sló Føroya Løgting fast við sjey-tumma seymi, at t.d. Klaksvíkar Sjúkrahús, skuldi hava sína egnu játtan og sín egna stjóra, sum hevur stjóraábyrgd av sínum stovni – sjálvandi.

Tá løgtingið hevur felt eina ætlan um at avtaka stjórastørvini á KS og SS og hevur sligið fast, at har SKULU vera stjórar á hesum stovnum, og at hesir skulu hava sína egnu játtan á fíggjarløgtingslógini, so er tað ikki ein umsitingarligur spurningur, um løgtingslógin skal fylgjast.

Fyrsta og fremsta uppgávan hjá løgmanni og landsstýrinum er nevniliga at útinna tær lógir og samtyktir, sum Føroya Løgting áleggur teimum.

Tað er tí eitt  politiskt álvarsmál, at landsstýrismaðurin svíkur, og ógvuliga arrogant sigur við almenna kringvarpið, at hetta, sum løgtingið hevur samtykt, ikki er hansara borð, men er eitt umsitingarligt og tekniskt mál, sum hansara aðalstjóri skal taka sær av. Við øðrum orðum heldur hesin landsstýrismaðurin, at hann hevur sjálvur onga ábyrgd av at tryggja, at tað, sum løgtingið áleggur honum at útinna, verður hildið og framt í verki.

Eg havi ikki orð fyri, hvussu grundleggjandi hetta álopið er á okkara fólkaræðisligu skipan, tí lata okkara løgtingslimir hetta sleppa snikkaleyst aftur við borðinum, so er tað ikki longur fólkavalda Føroya Løgting, sum er hægsti myndugleiki í landi okkara, og tað er heldur ikki landsstýrismaðurin,  sum løgtingið, umvegis løgmann, hevur sett – nei, tað er umsitingin undir honum, sum bestemmar!

Núverandi landstýrissamgonga hevur í løtuni fýra umboð á  Føroya Løgtingi, sum nú eru tey einastu, ið kunnu steðga tí, sum nú fer fram í landsstýrinum undir leiðslu av einum landsstýri, sum teir eru parlamentariska grundarlagið undir.

Eg fari at takka Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at hon so neyvt setti orð á hvørja støðu Klaksvíkar Sjúkrahús er komið í, í útvarpstíðindunum á miðdegi. Eg havi merkt eldhugan og framfýsni seinastu tíðina frá leiðsluni á KS, og tað mugu vit halda fast við og geva bestu gróðrarlíkindi fyri. Tað er nú ting skulu útbyggjast og mennast!

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu átali eg harðliga hesa framferð, sum – umframt politiska leikin – eisini er eitt grundleggjandi álop á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. At taka fíggjaramboðið frá stjóranum, er tað sama sum at avtaka Klaksvíkar Sjúkrahús. Ein heimild, sum evsta vald í landinum, Føroya Løgting, hevur samtykt at verja, og nú landsstýrismaðurin svíkur sínar politisku skyldur, flytir ábyrgdin av hesum álvarsmáli uppaftur til okkara umboð á Føroya Løgtingi.

Hetta mugu tit, norðoya løgtingslimir, ikki lata henda!

 

Klaksvík, 18. februar 2020

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt at byggja
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið