Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betesda Torrakafé

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2020 - 07:52 Mentan Tíðindi

Í morgun kl 10.00 fer Olaf Olsen skipari, reiðari og vinnulívsmaður at greiða frá sjólívi sínum

Hósdagskaféin

Kl. 10.00  Olaf Olsen skipari, reiðari og vinnulívsmaður greiðir frá sjólívi sínum

                              Frá línuskipi til trolarar til trollvirki – (Vónina)

                              Vitin syngur

 

 

 

Olaf Olsen, fyrrverandi politikari, landsstýrismaður, skipari, reiðari og vinnulívsmaður hevur hollar royndir og gevur stundum sítt íkast til samfelagskjakið – tá oftast við hugleiðingum um fiskivinnuna.

 

Lívsleiðin byrjar, sum hjá so mongum ungum manni tá, á sjónum. Hann var fyrst nøkur ár við línu við Atlantsfarinum, men skjótt kom hann umborð á trolara, millum annað í Íslandi, har hann eftir stuttari tíð gjørdist ein sera dugnaligur og avhildin trolmaður.

 

Olaf var skipari í nógv á m.a. Vágbingi og Ólavi Halga. 

 

Í 1969 keypir hann saman við Jákup Oluf á Lakjuni, og Sámal Jacobsen úr Fuglafirði, Otto Dam úr Porkeri og Janus av Reyni úr Havn, hekkutrolaran, Vónina. Teir sóu tørvin á, at onkur var til at veita og umvæla útgerð, og tað varð byrjanin til, at Olaf Olsen fer uppá land fyrst í 70’unum og stovnsetur trolvirkið Vónina.

 

Tað vísti seg skjótt, at sanniliga var brúk fyri slíkum virki, har eisini Olaf rættiliga fekk oyst av síni vitan og royndum. Vónin er fleiri ferðir síðani bygd út m.a. við royndarhyli, har rættiliga ber til at síggja hvussu trolini hátta sær við teimum ymsu smáu og størru broytingunum. 

 

Vónin gerst og er ein víðakend og avhildin fyritøka – langt útum landoddarnar.

 

Olaf hevur í rúma tíð skrásett sær hópin av hagtølum um fiskivinnuna, serliga umvegis Cuba-bátarnar, ið hann reiddi út umvegis P/F Beta. 

 

Olaf Olsen hevur, um nakar, royndir frá fiskivinnuni og við hvørt viðmerkir hann eisini støðuna í fiskivinnuni út frá sínum royndum, hann hevur - bæði á sjógvi og landi.

 

Í 1980 fer Olaf uppí politik og verður valdur á ting fyri Fólkaflokkin. Hann var eisini landsstýrismaður í fiskimálum og eisini í heilsumálum. Í 1994 gavst Olaf Olsen í politikki.

 

Jú, Olaf Olsen hevur nógv at siga frá, so áhugavert verður at líða á hósdagin í Torravikuni kl. 10 í Betesda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trupulleikar við rampuni á Syðradali
Minningahald á Syðradali
Hálvir sannleikar og heilar villeið­ingar…
Biskupstøðgarðu­rin sunnudagin 2. novembe…
62°N 62 ÁR
Atgongumerki eru eftir aftanfyri málið
Mentan­arvirðislø­nir landsins verða handa…
Fimleikafagnaðu­rin 2025 8.-.9.nov.
Upptakt: KÍ-Víkingur
Eingin ivi: Alfred heldur við KÍ
Myndarøð 4: Steypadystu­rin 2016
Friður á pallinum
Epli og gularøtur av Sandi
Minningarhald á Toftum
Myndarøð 3: Vit minnast 2016
Myndarøð 2: Vit minnast 2016
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016
Loksins er serstøk avtala um løn undir ú…
Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan se…
Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum