Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskur dansur á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  21.02.2020 - 18:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á skúlatrøð verður vant í hesum døgum fram í móti førstulávintsmánadegi, tá allir næmingar skúlans fara uppá gólv og at sláa pott.

Hvør árgangur hevur síni kvæði/vísur, umframt at allur skúlin lærir seg "Stat op Santa Simeon".

 

Fyrsti flokkur kvøður "Veturin kom" og "Nú liggur ein kavafonn tindi á".

Annar flokkur kvøður "Óskudólg og Sópingarkona" og "Kall og Svein ungi".

Triði flokkur kvøður "Eg kendi mær ein ríkmann" og fjórði flokkur "Nykursvísu".

 

Fimti flokkur hevur valt at kvøða "Fótbóltstáttin", meðan sætti flokkur kvøður "Í Gøtu ein dag". Sjeyndi flokkur hevur "Kópakvæði" og áttandi flokkur "Sigmundskvæði yngra".

 

Nýggindi flokkur er í starvsvenjing kvæðadagin og luttekur tískil ikki í ár. Lærarar og næmingar hava verið áhugaðir og ágrýtnir. Summir flokkar hava gjørt heilt nógv burtur úr við myndum og evnisviku við kvæðunum sum evni.

 

Nú gleða øll seg til komandi mánadag, tá ið flokkarnir samlast at kvøða hvør fyri øðrum og í felag. Myndirnar eru av fimti flokkunum, sum tóku saman og kvóðu Fótbóltstáttin í dag.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará