Lýsing
Lýsing
Lýsing

Arktis í Miðhøllini á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  23.02.2020 - 19:24 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hóskvøldið í Torrvikuni greiddi ein myndamaður úr Eysturríki, Christoph Ruhsam frá Miðhøllin á Skúlatrøð. Hann hevur verið í Arktis yvir eitt langt tíðarskeið, har hann í myndum kundi vísa á broytingar í ”landslagnum” har.

Vinmaður hansara – eisini úr Eysturríki, Wolfgang Schöner, professari, greiddi eisini frá um hesi somu viðurskifti við eini meira gjøllari og akademiskari sjóneyku.

 

Eisini greiddi Bill Justinussen, løgtingslimur frá fundum um Arktis umvegis Norðurlendskt politiskt arbeiði, hann hevur verið við til.

 

Malan Óladóttir á Dunga, politiskur ráðgevi og skrivstovuleiðari hjá Sjúrða Skaale, fólkatingslimi greiddi frá altjóða spenningum kring Arktis

 

Christoph

Christoph Ruhsam legði fyri og greiddi frá sínum arbeiði við bókini Frozen Latitudes. Hann hevur saman við øðrum ferðast nógv á norðastu leiðum, har hann við myndum hevur dokumenterað lívið hjá fólkum, ið býr norðanfyri, eins og hann skjalfestir broytingarnar í landslagnum, sum veðurlagsbroytingar hava við sær.

 

Hann greiddi ítøkiliga frá trimum jøklum í Grønlandi, har jøklar seinastu 15-20 árini eru minkaðir við eini 15 kilometrum í miðal. At jøkla minka er ikki óvanligt í sær sjálvum, men teir eru minkaðir líka nógv seinastu 15-20 árini, sum tey undanfarnu 60 árini. Tað ber boð um, at broytingarnar henda nógv skjótari nú enn fyrr.

 

Christoph Ruhsam vísir á, at orsøkin til stóru broytingarnar, er fyrst og fremst vaksandi hitin í økinum. Seinastu 40 árini er økið, ið skal verða undir í ísi, minkað niður í eina helvt, meðan samlaði ísurin er minkaður við eini 80 prosentum.

 

Wolfgang

Næstur at greiða frá var Wolfgang Schöner, professari og granskari, har eina mest hevur granskað í Kryosferuni. Hann arbeiðir sum granskari við Karl-Franzens Universitet í Graz í Eysturríki.

 

Hann greiddi frá ítøkiligu veðurlagsbroytingunum, sum verða eygleiddar í arktiska økinum.
Hann greiddi frá, at tað eru nøkur viðurskiftir, sum søguliga hava syrgt fyri einum støðugum veðurlagið í Arktis.

 

Ein av stóru broytingunum er, at nógvur ísur er burtur og tað hevur við sær, at ein nógv størri partur av hitanum frá sólini verður upptikin av jørðini og hon hitnar meir enn gott er.


Stóru broytingarnar í verðurlagnum í arktiska økinum hava við sær, at veðurlagið á okkara leiðum broytist. Sambært Wolfgang Schöner, so kunnu vit vænta, at sjógvurin hækkar, at vit fáa stór sveiggj í veðrinum og harafturat kunnu vit vænta broytingar sjónum, sum hava við sær, at fiskastovnar kunnu ferðast øðrvísi.

 

Vit fáa eitt harðligari veður við meira vindi og avfalli. Eisini vísti hann á framrokningar – heilt fram til 2100, um vit lótu sanda til við CO­­­2-útlátið, í mun til um vit gjørdu átøk fyri at tálma útlátinum.

 

Men okkurt týður uppá, at ”kavabólturin” er farin á rull, so tað er ikki bara so hissini at steðga ella broyta veðurlagið aftur til tað ”góða gamla”. Tó er avbjóðingin ikki ongi at gera.

 

Malan

Hon tók upp til viðgerðar, at vælferðin í Arktis er treytað av búskaparvøkstri við m.a. handli, fiskiskapi og flutningsmøguleikum og her eru íløgur í undirstøðukervið avgerandi.

 

Stórar íløgur vera framdar í Arktis og her eru Føroyar einki undantak. Føroyar gera seg klárar til næsta ættarlið av talgilda undirstøðukervinum, og her hevur 5G tøknin ein umráðandi leiklut – møguliga við kinesiskum veitara.

 

Í framløguni varð komið inn á tvístøðuna ímillum stórar útlendskar íløgur og atlit til trygdar- og verjupolitikk.

 

Her bleiv eisini spurt: Kann ríkisfelagsskapurin leggjast undir trýst, tá ið vinnupolitikkur brádliga verður trygdar- og verjupolitikkur?

 

Bill

Tað er torført at hava ítøkiligar ætlanir viðvíkjandi Arktis. Alt ov nógvir ókendir faktorar eru í líkningini.

 

Vit vita ikki, hvussu náttúran fer at hátta seg næstu øldina. Vit vita ikki, hvørjar semjur ella ósemjur fara at taka seg upp millum stórveldini. Og uttan iva eru fyri okkum núlivandi bæði ókendir og ónevndir faktorar, sum koma at ávirka gongdina komandi øldina.

 

Fyri okkara lítla stóra land er mest umráðandi at varðveita góð viðurskifti við næstu grannar eins og við stóru londini. Og neyðugt er, at sita við borðið í øllum teimum førum, har vit sleppa framat.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch