Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sanders styrkur úr Nevada til supertýsdag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.02.2020 - 12:35 Politikkur Tíðindi

- ella tað kunnu vit so vænta, tí tað hevur gingið ómetaliga seint at telja atkvøðuseðlarnar. Men tá 60% vórðu upptaldar, var Bernie Sanders greitt á odda við 46%, meðan fyrrverandi varaforsetin hjá Obama, Joe Biden, ikki hevði helvtina av tí (19,6%) og stjørnuskotið Pete Buttigieg einans ein triðing, 15,3%. Síðstnevndi hevur longu klagað yvir uppgerðina av valinum, ikki minst tí hon hevur verið so sein.

Alsamt meira bendir tí á, at Bernie Sanders verður forsetavalevni hjá demokratunum, men avgerandi fyri um tað heldur sær, verður sonevndi Super Tuesday, týsdagurin 3. mars, tá undanval verður hildið í ikki færri enn 15 økjum samstundis, harav øll tó ikki eru statir. Hesir eru, í alfabetiskari raðfylgju, Alabama, Arkansas, California, Colorado, Maine, Massachusets, Minnesota, Norður-Carolina, Oklahoma, Tennessee, Texas, Utah, Vermont og Virginia, umframt á amerikanska Samoa og so demokratiskir útisetar, Democrats abroad.

Hetta er nógv tað størsta undanvalið, og tá tað er av, hava 40% av amerikanarum givið sína meining til kennar. Hetta tí at báðir teir heilt stóru statirnir California og Texas eru við.

Annars sá tað út til, at Pete Buttigieg fór at geva Bernie Sanders skarpan gang, og hann stendur framvegis til at hava munin, men hetta er tí at Nevada ikki er liðugt upptalt í skrivandi stund. Eftir øllum sólarmerkjum verður tað Sanders, sum er í føraratroyggjuni, tá atkvøðugreiðslurnar byrja 3. mars.

Sjálv siðvenjan, um ein kann kalla tað tað, við Super Tuesday er ikki gomul. Fyrstu ferð var í 1984, tá tey høvdu ikki færri enn tríggjar super Tuesdays, og til valið eftir, í 1988, var so fyrstu ferð, at ein einstakur supertýsdagur var og hevur verið síðani. Hann byrjaði í amerikonsku Suðurstatunum, har demokratisku guvernørarnir vildu styrkja teirra leiklut í forsetatilnevningini við at hava ein “blokk” av statum, sum tilnevndu samstundis. Tað virkaði ikki í 1988, tá Michael Dukakis fall fyri George Bush eldra, men í 1992 bleiv suðurstatsmaðurin Bill Clinton tilnevndur – og vann eisini forsetavalið.

Størsti supertýsdagurin higartil var í 2008, tá nærum helmingurin var við, ið hvussu er av demokratisku undanvalunum. Tá høvdu demokratarnir 24 undanval og caucus’ar, meðan republikanararnir høvdu 21.

Vanliga verður sagt, at demokratarnir hava ongan møguleika í Texas, men tað var við óvanligum áræði, at Bernie Sanders kunngjørdi, at sanniliga ætlar hann sær at vinna Texas í ár. Uttan iva er hetta meira ynskishugsan enn nakað annað, men fortelur nógv um, hvussu nógv Sanders leggur fyri. Í øllum førum fáa vit at vita, um hann verður demokratiska valevnið hjá Texas skjótt.

Ein, ið eisini leggur nógv fyri, er Michael Bloomberg, sum síðani januar hevur sagt, at hann leggur vertin á New Hampshire og Iowa, men dentin á Super Tuesday. Sambært fleiri keldum brúkar Bloomberg ørandi upphæddir í supertýsdags-statunum, so lagt er veruliga upp til eitt “knald eller fald” fyri hann. Miseydnast hansara kampanja í hesum 15 økjunum, er møguleikin fyri, at Bloomberg verður tilnevndur, bert av matematiskum slagi.

Bloomberg sær út til at standa seg lutfalsliga væl í veljarakanningum í California, tó langt aftanfyri Sanders, sum eisini er á odda í veljarakanningunum í Texas. Bernie Sanders er á odda nærum allastaðni, tó ikki í Alabama, har Joe Biden er á odda, ella í Minnesota, har tann heldur ókenda Amy Klobuchar er fremst í veljarakanningunum. Hon er í løtuni senatorur fyri Minnesota.

Sum ábendingarnar eru í løtuni, var stjørnuskotsleikluturin hjá Pete Buttigieg ein samdøgursfluga, ríkidømið hjá Michael Bloomberg er hansara størsta haft um beinið, og Joe Biden kom illa frá byrjan og  missir alsamt meira momentum. Men júst Supertýsdagur ger at gera allan heimin nógv klókari uppá, hvør helst fer at gerast amerikanska forsetavalevnið hjá demokratiska flokkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari