Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beinleiðis úr Vágum til Liverpool at uppliva alt runt síðsta dystin í Premier League

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.02.2020 - 16:04 Ítrottur Tíðindi

Føroyingar hava nú møguleikan at flúgva beinleiðis úr Vágum til Liverpool í sambandi við síðsta dystin í Premier League, har vónin er, at Liverpool verður meistari fyri fyrstu ferð í 30 ár.

Tórfinn S. Simonsen hevur hevur tikið stig til at leiga eitt flogfar úr Vágum beinleiðis til Liverpool 15. mai og heim aftur sama veg 19. mai.

- Vit gista í fýra nætur og fáa uttan iva eina ótrúliga uppliving um tað gongst sum ætlað, og Liverpool verður meistari í ár. Eingin torir enn at rópa hart upp um tað, men verður Liverpool meistari, so verður nógv gjørt burturúr í Liverpool hesar dagarnar. M.a. við tí tiltiknu ‘’paraduni’’, har hópurin fer gjøgnum býin at vísa steypið fram, sum vit hava sæð í Champions League í 2005 og 2019. Har havi eg verið í sambandi við góðar keldur í Liverpool sum siga, at hon verður mánadagin 18. mai. Hon plagar at samla fleiri 100 túsund fólk í heilt serligum stemningi, sigur Tórfinn S. Simonsen.

 

Bara flogferð

Tórfinn S. Simonsen leggur dent á, at hann skipar bara fyri flogferðini.

- Talan er bert um flogferð aftur og fram úr Føroyum til Liverpool. Pláss er fyri 144 fólkum og verður flogfarið fullsett, so verður prísurin áleið 3500 kr. aftur og fram. Fólk mugu sjálvi orna hotell og flutning annars hesar dagarnar. Dysturin er sunnudagin 17. mai og verður vístur nógvastaðni í Liverpool og kunnu vit uttan iva vænta ein heilt serligan stemning í býnum hendan sunnudagin, tá síðsti dysturin í hesum fantastiska - banka undir borðið - kappingarárinum verður leiktur ímóti Newcastle á útivølli. Bíðitíðin á 30 ár verður vónandi av. Hotellini í Liverpool eru kostnaðarmikil hesar dagarnar, men har eru íbúðir fyri ein rímiligan penga og so eru hotell nakað uttanfyri býin, sum ikki eru so kostnaðarmikil, sigur Tórfinn S. Simonsen.

Mikudagin høvdu 60 fólk meldað seg til túrin. Tilmelding fer fram bæði inni á facebook vanganum hjá Liverpool Føroyar, har ein tráður er um túrin, og á liverpool15052020@gmail.com.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er bilurin klárur til veturin?
Streymu­rin komin aftur
Streymu­rin aftur farin
Jacob Vestergaard segði satt um fjald tø…
Streymu­rin komin aftur
Streymu­rin farin
Fíggingarleistu­rin av eldraøki­num ikki h…
Kokkaskúlin á TSK vunnið heiðursløn
Heilsutrygdargjald: Sløk millión afturri…
Avtøka av skatta­frádrátti - ein skandala…
Enn ein heiðursløn til Dropar
Café Fríða fer at reka Biskupsstøðgarðin
Árliga fiski­kappingin í Norð­oyggjum verð…
Leggja lok á Eystan Garð
Líðhamar rokast á Føroya Banka
Møti og takkarløta fyri heystið
Nakkur hevði góð 5.300 pund
Konfirmantar heystið 2025
Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Mimmy vitjar Norðlýsið
Lýsing