Lýsing
Lýsing
Lýsing

0,55 kr/kg prís munur á svartkjaftinum

SKRIVAÐ: Manningin  |  01.03.2020 - 09:34 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Vit meta, at tað einasta rætta er, at, leys geva svartkjaftin, so tað verður ein fríður marknaður, har øll kunnu bjóða frítt uppá fiskin og rættvísur prísur verður latin.

Hvat er grundgevingin fyri, at alt skal um føroyskan kaj kant?

(Manning á uppisjógvar skip spyr….)

 

Tað ljóðar kanska sum søtur tónleikur í oyrunum á summum, ”jú, sjalvandi, skal alt um føroyskan kaj kant, tí tá fáa vit sum mest burturúr…..”

Lat okkum taka eitt dømi:

Vit sigla við einum svartakjafta skipið og fiska vestanfyri Írland hesa tíðina av árinum og tað gera sum kunnugt, fleiri onnur føroysk skipið eisini.

Øll skipini fara mest sum avstað í senn og øll skulu landa fiskin í senn. T.v.s., at tað verður lang bíðirør, til at sleppa framat at landa.

Prísurin hjá Havsbrún er 1,80 kr/kg og kemur aðrastaðni heilt uppí 2,35 kr/kg!.

Skulu vit rokna leysliga uppá tað.

Hava vit eina last uppá ca 2000 t av svartkjafti, og landa til havsbrún, tá missa vit munin 0,55 oyru/kg fyri lastina. Tilsamans 1.100.000 kr!.

Vit sigla heim av svartkjafta feltinum nú og koma, at liggja í tveir dagar, aðrenn vit sleppa framat at landa.

T.v.s., at vit ikki bara missa 1.100.000kr, men, vit missa eisini fleiri dagar við sigling og dagar til fiskaríð.

 

Ein annar pástandur er, at, so fer Havsbrún ikki at fáa nakran svartkjaft, um føroysku skipini við lóg, ikki skulu landa um føroyskan kaj kant.

Tað passar heldur ikki. Sum nú er, liggja fleiri skip og bíða eftir landingartørni til Havsbrún, t.v.s. Havsbrún eigur longu fiskin og teir hava so slett onga grund, at koyra prísin upp, tað vildi verið idioti.

Vit hava sæð tildømis í fjør, tá svartkjafturin var leysgivin, tá vóru Havsbrún noyddir, at koyra prísin upp og vit fingu ein prís svarandi til marknaða prís.

Tey føroysku skipini vilja óðansæð, altíð koma heim til føroyar, grunda á, viðlíkahald, fiskiútgerð, manningarskiftið o.a.

Vit vilja bara ikki verða snýttir óvanliga nógv, tá vit koma til Føroyar, at landa.

Vit meta, at tað einasta rætta er, at, leys geva svartkjaftin, so tað verður ein fríður marknaður, har øll kunnu bjóða frítt uppá fiskin og rættvísur prísur verður latin.

 

Tað hevði gagna okkum øllum og Føroya landið.

 

Vónandi vaknar onkur av hesum, tí hettar gevur slett, slett ongan meining.

Føgur orð sum, at vit skulu fáa sum mest burturúr hvørjum kg av fiskinum og fiska burðadygd, eru bara orð sum eru slongd út í tóman heim.

 

Við bestu kvøðu

Frá svartkjafta feltinum

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…