Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein rørdur Poul Michelsen á tingsins røðarapalli í dag, tá hann segði løgtinssessin frá sær | Mynd: kvf.fo

Virkin Havnarmaður gevst í politikki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.03.2020 - 15:07 Leiðarin Politikkur

Poul Michelsen, sum altíð hevur verið ungdómmiligur hóast sín høga aldur, gevst nú í politikki. Á tingfundi, umleið á miðdegi, boðaði hann frá á Løgtingsins røðarapalli, at hann gevst í politikki. Handlikraftigur, sum Poul eisini er kendur fyri at vera, boðaði hann eisini frá, at flokkurin longu hevur valt ein eftirfylgjara, og fær sum tann einasti flokkurin ein forkvinnu í Ruth Vang.

Tað var á heysti í fjør, at Poul Michelsen var úti fyri eini skelkandi hending uttanlands, har hann føldi seg illa og fór í svart, so at siga. Eftir drúgva sjúkralegu kom hann fyri seg aftur og greiddi frá tilburðinum í miðlunum. Og í dag staðfesti hann so, sáttliga og virðiliga, at aldurin loksins hevði innheintað hendan unglingan í sinninum.

Næst eftir politikkinum er Poul Michelsen kendur frá ítróttini. Poul hevur verið føroyameistari í borðtennis og í heili 9 ár var Poul Michelsen føroyameistari í badminton (1966-1974, bæði árini í roknað), og í fótbóltinum var hann við á minniliga HB-liðnum sum í 1971 breyt drúgvu sigursrøðina hjá 66-liðnum hjá KÍ. Avgerandi dysturin endaði 2-1, og Poul Michelsen skeyt bæði málini. Neyvan eru nógvar løtur, ið standa sterkari í minninum hjá havnarmanninum.

Tí Poul Michelsen er Havnarmaður við stóra H. Í 12 ár var hann borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, og í 2014 gjørdist hann heiðurslimur í Havnar Bóltfelag. Hann er tó ikki heilt fyriuttan avbygdarílegur. Mamma Poul æt Paula Sundberg og kemur úr bygdini Nes eystanfyri Vág í Suðuroynni.

Men spyrt tú Poul sjálvan, so er tað helst sum vinnulívsmann, at hann identifiserar seg. PM-fyritøkan byrjaði sum ein lítil kjallarafyritøka í 1974 í egnum kjallara. Á 40-ára degnum var fyritøkan vaksin til eina stóra fyritøku eftir føroyskum mátistokki við umleið 180 fulltíðarstarvsfólkum, herav knapt helvtin starvast á heilsøluni. Undir sama hatti er Atlantic Flutningur, ið sum navnið sigur er ein flutningsfyritøka.

Tá vit nú minnast Poul Michelsen, so er tað politikaran Poul Michelsen, vit minnast. Tí sum skilst á øllum brøgdum, heldur hann á við sama áræði við síni fyritøku. Sum politikari er Poul fólkafloksmaður av uppruna, men fyrst og fremst liberalur tjóðskaparmaður. Tá Poul ikki longur helt, at Fólkaflokkurin var ein liberalur tjóðskaparflokkur, tók hann avleiðingarnar, meldaði seg úr flokkinum og stovnaði sín egna flokk saman við øðrum kreftum sum eitt nú Honnu Jensen, eisini úr Fólkaflokkinum, og Tróndi Djurhuus.

Í 2015 eydnaðist Framsókn at koma í stjórn, og Poul Michelsen bleiv floksins fyrsti landsstýrismaður, har hann umsat vinnu- og uttanríkismál. Poul var líka aktivur á báðum økjum og fór beint í holt við at liberalisera vinnulóggávu og við at knýta sambond út í heim. M.a. stóð hann fyri fríhandilsavtalu við Turkaland og ruddaði slóð fyri sendistovuni í Kina.

Partapolitiskt samdur ella ósamdur við Poul Michelsen, so kann ongin taka frá honum, at hann hevur talst millum teir virknastu politikararnar, Føroyar hava havt. Tá tíðin nú innheintaði hann, kann Poul hyggja aftur á eitt sera virkið og úrslitaríkt politiskt lív, og sjálvt har tað ikki eydnaðist at røkka úrslitunum, kann hann ivaleyst vera nøgdur við sín egna innsats, tí parturin hjá Poul hevur ongantíð verið tann, ið lá eftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…