Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rigga til, at nøkta ferðafólkavøkstur, á Trøllanesi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.03.2020 - 12:38 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Nú ferðafólkastreymurin til Føroya alsamt økist, hevur Jóhannes Kallsgarð á Trøllanesi gjørt av at menna Kallsgarð betur at taka ímóti ferðafólki og føroyingum, ið hava hug at síggja ótrúliga vøkru náttúruna norðast á Kalsoynni.

Í mínum hugaheimi er sera umráðandi at ferðavinnan her á Trøllanesi fer fram á einum burðardyggum støði.

Út á Kallin

Vit hava sæð, at ein fylgja av at ferðavinnan økist munandi, er slit á økið. Gøtan her frá bygdini og norður á Kallin er sera slitin og illa farandi eftir í støðum. Tað er ikki haldbart og tað má gerast nakað við.

Stýring má til

Neyðugt er at vit stýra ferðafólkastreyminum so væl sum gjørligt, ikki minst fyri slit á náttúruna, men eisini soleiðis at vinnan ikki er til ampa fyri fólkið, ið her býr.

Søkja ikki um stuðul

Á Kallsgarði, ið umfatar lendið av Trøllanesi og norður á Kallin, eru vit samd um, at vit skulu sjálvi standa fyri umvæling og nýgerð av gøtuni út  á Kallin og tí hava vit valt ikki at søkja um almennan pening til hetta endamálið.

Vinnan skal gjalda

Harafturímóti fara vit nú í summar at leggja eitt gjald á til tey, ið hava hug at ganga túrin. Peningurin skal nýtast til gerð av gøtuni. Vit halda, at rættast er, at inntøkurnar frá ferðavinnuni, skulu gjalda gøtuna og røkt av gøtuni. Klaksvíkar Kommuna hevur sagt, at teir um einar 14 dagar fara undir at gera eitt størri parkeringspláss á Trøllanesi. Vit hava avgjørt, samstundis so smátt at fara í gongd við gøtuna út á Kallin. Hvussu nógv vit gera í ár, veldst um inntøkurnar frá ferðavinnuni.

Neyva stýring

At tað er neyðugt at stýra ferðavinnuni neyvt, hava vit merkt síðani vitjanar her eru vaksnar so ógvuliga nógv.

Einstaklingar til ampa

Fólk sum fara í hagan uttan at siga nøkrum frá, ella spyrja seg fyri, eru mangan til ampa fyri okkum onnur, sum búleikast á Trøllanesi. Størsti trupulleikin eru fólk, ið ganga einsamøll. Tey fara í hvønn krók, bæði á degi og á nátt. Vit síggja bilar standa parkeraði langt út á næturnar, við hvørt í ódnarveðri. Tað er ikki hvørsmansføri at vera úti á Kallinum í nógvum vindi, tí har er einki skýli. Eisini hava fólk verið uppi á Borgaranum í frosti og kava. Hetta hendi eisini nú um dagarnar.

Noydd at sleppa øllum

Hesi sum fara einsamøll skapa ein ófrið á okkum á Nesi, tí vit vita onki um tey, bert at tey eru ikki afturkomin, og nær skulu vit fara at leita, ella skulu vit leita yvirhøvur. Einar fimm ella sjey ferðir í fjørð, vóru vit noydd at sleppa øllum her, tí boð vóru eftir okkum at fara at leita eftir fólki, ið hevði hjálp fyri neyðini.

Ikki bara at leggja seg at sova

Tú kanst ætla, sigur Jóhannus Kallsgarð, at tað er ikki bara at leggja seg at sova, tá ein bilur stendur parkeraður har uppi við vegjaðaran og maðurin ella kvinnan eru ikki afturkomin á nátt í regni og nógvum vindi, ja eisini í kava.

Fara st stýra betur

Skipaða ferðavinnan er ikki til ampa fyri okkum, tí har eru allar avtalur upp á pláss, tað er meira einstaklingar, ið skapa okkum trupulleikar.

Tað er tí at vit hava í hyggju at stýra ferðavinnuni nógv meira enn vit hava gjørt higartil, tað er neyðugt og spurningurin er eisini um lív.

Hagin opin ávísar tíðir

Eg haldi, sigur Jóhannus Kallsgarð víðari, at hagin bert átti at verið opin fyri almenninginum eitt nú frá klokkan 8 á morgni og til klokkan 7 á kvøldið. Uttanfyri tað tíðina áttu vit eftir mínum tykki at kravt at tú hevði loyvi frá okkum at fara, ella at tú hevði ferðaleiðara við á túrinum.

Gott at ferðavinnan er økt

Nú skulu hesir tankar, sum eg havi um ferðavinnuna norðuri á Trøllanesi ikki skiljast sum annað enn, at vit her eru sera glað fyri, at ferðavinnan er økt og hevur givið eisini okkum størri møguleikar fyri inntøkum. Øll eru sera væl komin higar á vitjan, men tað skal vera trygt og gott at ferðast higar, bæði fyri ferðamannin og okkum sum búleikast her.

Ein buss afturat í Kalsoynna

Men tað er ikki bert út á Kallin at neyðugt hevur verið at ment um atkomumøguleikarnar. Í tøttum samstarvi við MM-tours, hava vit fingið eina avtalu um ein buss frá teimum, ið skal stationerast her í Kalsoynni.

Hóast bussambandið í oynni í samband við túrarnar hjá Sam er blivið nógv betur, so havi eg tó ein trupulleika at dragast við í tí samanhanginum.

Tryggja okkara egnu viðskiftafólk

Viðskiftafólk, sum koma til mín ymsastaðni frá úr Føroyum og sum vilja hava ein gongutúr út á Kallin, koma ofta til ferjuleguna í Klaksvík í egnum bili. Tað hendir tí at ein partur av bilunum standa eftir í Klaksvík. Tí kemur tað fyri, at eg eri noyddur at fara til gongu, bara við einum parti av teimum, eg havi gjørt avtalu við. Restina av ferðalagnum veit eg so einki um, um tey eru farin aftur til hús, ella tey koma við Sam næsta túr. Tað er eisini komið fyri, at ongin er sloppin við, talan er ofta um túrin klokkan 10 á morgni.

Hetta er til ampa fyri meg, sum havi sett mær dagin av og ikki minst ørkymlar hetta viðskiftafólk míni.

Flugningur millum bygdirnar

Við einum bussi, sum eg ráði yvir sjálvur, kann eg taka viðskiftafólkini upp á Syðradali, koyra tey norður á Nes og so koyra tey suður aftur aftaná loknan gongutúr. Tey sleppa soleiðis frá at taka bilin við SAM.

Um alt gongur eftir ætlan, so fara vit helst eisini at brúka bussin til at koyra millum bygdirnar í oynni tá tørvur er á tí, sigur Jóhannus Kallsgarð Joensen, bóndi á Trøllanesi at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar