Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vanligt høgaættarveður í morgun við miðalstórum bøklum og annars klárum veðri - men so kemur eitt æl við kava. Ælið vardi bert eina løtu, so varð aftur klárt veður. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.03.2020 - 11:21 Tíðindi Veðrið

Eitt kalt luftrák er av útnyrðingi er í morgun. Vindferðin fyri alt landið er í miðal um einar 8 til 13 m/s. Hitin er um frostmarkið.

Tann kalda luftin kemur úr Eysturgrønlandi.

Seinnapartin í dag fer ein hátrýstryggur at stinga seg úr miðjum Norðuratlantshavi norður til Føroyar. Tá ið soleiðis er, er vanliga gott veður eina løtu, meðan ættin fer at skifta úr høgætt til lágætt.

Tað fer tað eisini at vera hesaferð.

Í dag fer vindurin at minka. Um nátturðatíð er vindferðin komin niður um 5 m/s. Okkurt æl kann væntast seinnapartin við kava.

Í kvøld – umleið klokkan 20-21 – fer at mala úr ymsum ættum, og eina løtu eftir tað er ættin landsynningur-sunnan.

Lítil vindurin í nátt – um 5 m/s ella so – men ímóti morgni fer vindurin at veksa. Um arbeiðstíð er vindferðin komin upp í 15 m/s. Á middegi er vindferðin komin upp í 18 til 23 m/s.

Tað fer at regna fyrrapartin í morgin úr einum samanrunnum brúgvalag. Mesta regni er á middegi. So minkar, og um 15-tíðina er slítur í. Tá er vindurin minkaður niður um 10 m/s, og ættin farin vesturum, til útsynning.     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi