Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kortið vísir eystara part av Kina, har sum stórur partur av kinesiska ídnaðinum er savnaður, og av Korea. Í Suðurkorea er ídnaðurin mestur kring høvuðstaðin, Seoul. | Mynd: NASA (National Aeronautic and Space Administration)

Broytir Corona veðurlagsbroytingarnar?

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.03.2020 - 11:30 Tíðindi Veðrið

COVID-19 virussið er ein heimsumfatandi sótt. Stórur partur av ídnaðinum liggur stillur. Flogfør eru ikki á flogi í onkrum øki.

Útlátið av vakstarhúsgassum er minkað munandi.

Bæði NASA og ESA hava fylgt við útlátinum úr fylgissveinum í mong ár. Teir hava myndatól við ymsikum filtrum, ið m.a. hava tikið myndir av Kina síðan nýggjár.

Myndirnar vísa, at útlátið í Kina av eitrandi gassi, ið kemur úr bilum, el-verkum og verksmiðjum, er næstan heilt vekk.

So er tað spurningurin, um hetta kann broyta gongdina við øktum vakstarhúsgassum í lufthavinum, so at veðurlagsbroytingarnar ikki vera so stórar og tað sum fylgir við.

Serfrøðingar rokna ikki við, at tann gongdin fer at broytast. Hetta er ov lítið, siga teir – bæði ov stutt tíðarskeið og í ov lítlum parti av jørðini.

Líknandi minking í útláti hevur verið fyrr – bæði í stutt og í eitt sindur longri tíðarskeið.

Í 2008 byrjaði eitt tíðarskeið við búskaparligari afturgongd, og tað hevði við sær eina minking í útlátinum. Men so við og við vuksu tølini aftur, og alt sá út sum fyrr.

Í 2010 var eldgos í Íslandi. Eitt flúgvibann hevði við sær eina munandi minking í útlátinum í nakrar vikur. Tølini fyri Norðuratlantshav minkaðu munandi í ein mánað, meðan tølini fyri alla jørðina bert broyttust eitt lítið sindur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum