Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu fjálga um fólkaræðið

SKRIVAÐ: Beinta Løwe, tingkvinna  |  22.03.2020 - 11:49 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er í krepputíðum, at fólkaræðið stendur sína roynd og prógvar sítt virði. Hetta mugu vit halda fast um.  Tí er umráðandi, at Løgtingið sleppur at umrøða málini, tí tað eru trygd og rættindi hjá fólki, sum tað snýr seg um

Allar Føroyar hava staðið saman í stríðnum móti korona, tíbetur. Men tað er í slíkum førum, at vit mugu vera varin, og ikki leypa á bláman.

                      Løgtingið er evsta vald, og beinleiðis umboð hjá Føroya fólki. Tí eigur Løgtingið eisini at sleppa at viðgera tiltøk, ið verða sett í verk.

                      Tá hjálparpakkin varð samtyktur í farnu viku, var onki orðaskifti í Løgtinginum, tingfólk sluppu ikki at viðmerkja ella spyrja, og at kalla ongin nevndarviðgerð var.

                      Løgtingslimir, sum ikki vóru framsøgufólk, sluppu ikki inn í tingsalin, og sluppu ikki at taka orðið. Framsøgufólkini fingu tveir minuttir hvør at viðgera mál, ið kanska fara at kosta fleiri hundrað milliónir krónir.

                      At løgtingslimir ikki sleppa inn í tingsalin, og at Løgtingið ikki sleppur at hava orðaskifti um so umráðandi mál er sera óheppið – fyri ikki at siga ódemokratiskt.

                      Ja, eg veit, at talan er um eina bráfeingis støðu, og okkurt skal gerast beinavegin. Men so frægt álit mugu vit hava á tinglimum, at tey ikki gera sær dælt av støðuni, men at tey duga at halda seg til málini.

                      Vit skulu ikki gloyma, at tað er Føroya fólk, ið ræður í Føroyum, og at Føroya fólk hevur valt 33 fólk í Løgtingið at stýra. Løgtingslimir mugu tí sleppa at seta spurningar, tí tað snýr seg um trygdina og rættindini hjá fólkinum. Vit mugu jú tryggja, at avgerðirnar verða so rættar, sum til ber í slíkum krepputíðum.

                      At øll tingfólk ikki møta er í lagi, tí tingið skal jú vera ført at stýra, um onkur tinglimur gerst sjúkur.

                       Løgmaður skal hava takk fyri tað, ið hann gera í hesum døgum. Uppgávan er ikki løtt.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Lýsing