Lýsing
Lýsing

Átti ALS ongan góðan?

SKRIVAÐ: Jóannes Eidesgaard  |  22.03.2020 - 17:14 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Sjálvandi skulu tey mongu heimsendu av arbeiðsmarknaðinum hava løn, nú landið meira ella minni er í einari undantaksstøðu – eingin ivi um tað. Tey á almenna arbeiðsmarknaðinum fáa  løn, nú mong teirra eru heima, og sjálvandi skulu eisini tey á privata arbeiðsmarknaðinum hava somu sømdir. Tað eru allir partar á einum máli um. Men var nú politiska loysnin, sum vald varð, tann rætta?

Bæði núverandi og fyrrverandi fíggjarmálaráðharrar hava sagt, at landskassin er serstakliga væl fyri, eisini um eitt hóttafall skuldi komið. Landskassin hevur havt stór avlop nú i fleiri ár, og nú fløðir eisini nakað væl  í  Búskapargrunninum. Skuldi verði neyðugt, so kann landskassin taka bílig lán, tí kredittvirðið er gott.

Í nógvum londum í somu støðu kring okkum hava ríkiskassarnir tikið ábyrgd og hava ikki sent rokningina víðari til onkran annan. Hetta er eisini galdandi í Danmark, sum vit annars hava kopierað í øllum tiltøkum, tá tað snýr seg Korona. Men her hjá okkum valdi politiska skipanin at lata ALS standa við endan, og einki hoyrdist hvørki frá mínum egna flokki ella frá nøkrum øðrum flokki. Hjá fakfeløgunum valdaði eisini tøgn.

Eg veit væl, at støðan er óvanlig og alt annað enn trygg, og eg veit eisini fullvæl, at loysnin á hesum máli hastaði. Men tað gevur tó ikki orsøk til at kasta alt vit og skil fyri borð. Hví skuldi henda rokningin sendast ALS, sum er grunnurin fyri tey arbeiðsleysu?  At júst hetta landsstýrið kom við hesari loysnini, undrar meg ikki, men tað, sum hin vegin undrar meg almikið er, at hvørki Javnaðarflokkurin, Tjóðveldið ella fakfeløgini tóku blaðið frá munninum.

Sagt verður frá, at longu nú eru eini 5000, sum fáa hækkaða útgjaldið úr ALS. Sagt verður somuleiðis, at talið kann fara upp ímóti eini 8000. Tá fossa pengarnir skjótt úr kassanum hjá teimum arbeiðsleysu við eini 150 mió. kr. um mánaðin. Tá tekur tað bara eitt hálvt ár, so er kassin tómur. Hvat hendir so? Verður so farið eftir Samahaldsfasta ella Heilsutrygd?

Tað er rættiliga hugstoytt at vita, at feløg, sum nú senda starvfólk til hús i stórum tali og í ALS eftir pengum, hava kanska nýliga goldið stórt vinningsbýti til eigararnar. Tað er eins hugstoytt at vita, at sama landsstýrið, sum hevur latið tilfeingið í milliardavirði út fyri einki til tey útvaldu, nú mælir til, at tey arbeiðsleysu skulu taka ábyrgd fyri trongu støðuna í landinum.

Av einari borgarligari samgongu kundi hetta væntast, men at hendir við vælsignilsi frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og fakfeløgunum hjá teimum limum, sum hava brúk fyri ALS, tá arbeiðsloysið einaferð aftur rakar, tað skilji eg bara ikki.

Tað var tann tíð fyri skjótt tríati árum síðani, at vit bardust nátt og dag fyri at halda lív í ALS, sum ikki megnaði at gjaldu út til tey næstan 25%, sum vóru arbeiðsleys. Vit fóru eftir Frítiíðargrunninum, læntu inngjaldið til Samhaldsfasta í eitt ár og tóku lán við landskassaveðhaldi. Men tað gekk, og grunnurin hevur síðan livað sítt fríska lív. Men við hesari gongdini, kann støðan skjótt vendast.

Høvdu vit um ikki annað sagt, at ALS kann umsita nýggju skipanina fyri tey heimsendu starvsfólkini. Vit kundu kanska eisini sagt, at ALS, sum eigur 900 mió. kr. á bók, kann stuðla við kanska 3 ella 400 mió. kr., men so má landskassin taka ábyrgd. Men har var als eingin rødd at hoyra, har valdaði tøgn.

Korona ella ei. Vit kunnu ikki tveita skipanir fyri borð, sum tóku so nógv ár at byggja upp.

 

Jóannes Eidesgaard

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…