Lýsing
Lýsing
Lýsing

Toskur er aftur á Føroya Banka

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.03.2020 - 10:46 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur í telefonini av Magnus Heinasson í morgun.

Vit hava gjørt royndir á Føroya Banka á hesum túrinum og vit liggja nú vestanfyri Suðuroynna. Tað var væl meira av góðum toski í trolinum hesaferð. Eg kann siga, at vit hava fingið 12,2 tons av toski, sum er sera væl fyri, toskurin er stórur og feitur og har er nógv æti at eta hjá toskinum. Harafturat var ikki bara stórur toskur í trolinum, nei, nakað av smáum toski eisini.

Víðari kann eg siga, at vit fingu faktiskt tað sama í trolinum hesaferð, sum vit plagdu at fáa góðu árini frá 1996 til 2003. Til samanlíkningar kann eg siga tær, at tað vit fingu í trolinum nú, er sjey ferðir meira enn vit til dømis fingu í 2019 og 2019 var faktiskt representativt fyri árini  2006 til 2019. So jú, toskurin er aftur á Føroya Banka.

Vit spurdu eisini Petur Steingrund um Ågot, ið hevur verið á royndarveiðu við línu á Føroya Banka í ár.

Ågot fekk faktiskt ongan ella næstan ongan tosk. Teir byrjaðu við at royna á øki, har vit ikki væntaðu tosk. Men í februar fingu teir fríðar ræsur at royna á Bankanum har teir høvdu hug til, einasta avmarkingin var, at um teir fingu nógvan tosk,so skuldu teir flyta. Men heldur ikki tað gav nakað við línuni, eg haldi at tað var bara eina ferð, at Ågot flytti undan toski. Eg havi latið mær fortalt, sigur Petur Steingrund, at menn meta at tá nógv føði er at fáa hjá toskinum, er hann ikki so áhugaður í línuni. Hinvegin er sera nógv hýsa á Føroya Banka og mær er eisini sagt, at hýsan tekur skjótari agnið enn toskurin, so møguliga spældi hetta inn hjá Ågot.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið