Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Ógvuliga smáir møguleikar fyri havhestasjúku

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.03.2020 - 11:51 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Júst nú, er nýggj serfrøðingagrein um havhestasjúku komin alment fram. Her sæst, at av 474 kannaðum havhestaungum, høvdu bert funnu granskararnir bert klamydia bakteriuna í 0,4% av ungunum.

Okkara fuglafrøðingur, Jens-Kjeld Jensen hevur staði fyri innsavnanini av føroyska tilfarinum. Granskarar hava samanlíkna papageykasjúkuna í suðurafrika við klamydiabakteriuna, sum er funnin í føroysku havhestaungunum, og eru komnir til, at hetta er neyvt sama bakterian.

Men Jens-Kjeld sigur, at tað er sera áhugavert at bert 0,4% av føroysku havhestaungunum høvdu bakteriuna í sær í 2016. Nøkur ár frammanundan, gjørdu vit eina kanning, sigur Jens-Kjeld Jensen,  og tá var niðurstøðan at 10% høvdu smittuna, so nú er møguleikin ógvuliga lítil fyri yvirhøvur at fólk blíva sjúk av havhestaungunum.

Søgan sigur, at nógv fraktskip, sum sigldu úr Suðurameriku til Europa, aftana fyrra verðaldarbardaga høvdu papageykar við sær á túrinum, tí tær kundu seljast fyri nógvar pengar í Evropu.

Men nógvar gjørdust sjúkar á ferðini og blivu tí bara tveittar á sjógv. Tað er her man heldur, at havhesturin hevur etið rovini av sjúku papageykunumog at tað er papageykasjúkan, ið havhesturin hevur ført til lands í Føroyum her fólk blivu sjúk í 30-unum av hervuligu havhestasjúkuni

Serfrøðingagreinin sæst her!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…