Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bárður á Lakjuni – Lívsins dansur

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  24.03.2020 - 22:00 Lesarabrøv Mentan

Týsmorgunin 4. februar ringir leiðarin á skrivihúsinum í Vestmanna, Jonhard Mikkelsen, til mín og spyr, um eg vildi siga nøkur orð um Bárð á Lakjuni, nú hann kemur út við bóklingi og fløgu, sum Sprotin gevur út. Jú, tað vildi eg fegin. Veðrið var so stak vakurt henda morgun. Fjørðurin var sum ein úrvald spegilsmynd, har fjøllini kring Fuglafjørð lósu sína morgunbøn, stillfør, reinvovin, uttan nakað kávalæti, men speglaðu sær á vágni - vøkur ílatin og munnstill á hesi morgunstund. Tey sóu inntonkt út og hugsaðu um henda úrmælingin, Bárð á Lakjuni, sum hevur latið úr hondum tónleik og skaldskap til gleði og gagns fyri okkum øll. Hesa løtu er málningalistin komin upp á veggin, har verfaðirin, Sámal Toftanes, hevur latið yrkingarnar í skap og lit. Vakrari kann hetta ikki gerast.

Flytingar eru altíð í  okkara tilveru serstakar, tá ið nomið verður við tað listaliga og tað skaldakenda.

Ryzard Kapuscinski

Polski tíðindamaðurin, Ryszard Kapuscinski(1932 -2007), hevur skrivað eina bók um, tá ið Sovjetsamveldið syndraðist í 1989. Hann fór eina ferð í hesum sundurdottna ríki, og hon var  60 000 km tilsamans. Hetta var ein sjáldsom ferð, tí hann kom eisini til Armenia. Armenar hava liðið nógv,  og tá ið teir vóru hersettir av fremmandum veldi, so tóku teir og týddu skaldskapin hjá hersetingarvaldinum til armenskt. Hetta er sera sjáldsamt og vakurt, har menn stóðu í Scriptorium- smáum skrivihúsum -  alt sítt lív  og skrivaðu og týddu skaldskapin hjá t. d. týrkum og arabarum, og tá ið teir lógu í stríð við Byzans, so tóku teir og týddu teirra skaldskap til armenskt. Í 6. árhundrað týddu teir alt til  armenskt , sum Arestoteles hevði skrivað . Fram til 10. árhundrað vóru teir flestu griksku og rómversku filosoffarnir týddir til armenskt. Hetta vóru nógvar týðingar, ið vóru komnar undan. Í dag finnast uml. 25 000  skriftir á vegginum  víða um, t. d. 10 000 bind í Jeravan í Matenadaran. Um onkur kundi  hugsað sær at sæð hesi forvitnisligu rit, so kanst tú fara til Jerusalem, Venezia og Wien. Góðar samlingar liggja eisini í Paris og Los Angeles. Tað var eisini eitt gott savn í Lwów í Póllandi, har tað eisini var ein stór armensk prentsmiðja.

Fjøllini kring Fuglafjørð

Litirnir áttu dagin og løtuna henda sæla morgun 4. febr. og  verður hon seint gloymd. Hetta var eisini ein tónsett løta, sum tú hevði í tínum huga, tá ið tú sært fjøllini kring Fuglafjørð. Hetta gevur sanniliga eisini ein fagran íblástur , har Sámal við síni føgru list er við til at tónseta hesa løtu inniliga, fagurliga, litríka og listaliga. Fjallagreinirnar eru so rútmiskar. Vit kunnu byrja hesa gongd við Leirvíksfjalli, fara niður á tað vakra Varmakeldueiðið, upp á Tyrlarnar, fara um  Trælavatnaskarð, upp á Kamb, um Breiðaskarð, yvir á Gjógvaráfjall, Jøklaskarð, Blábjørg, Slættnatind, Tjóðafellið, Skarðið, Húsafellið og Borgina. Jú, natúran gevur okkum nógv. Hon stimbrar tey skapandi evnini, sum vit føroyingar hava. Vit kunnu siga tað, at vit eru komin væl undan, tí hesi evni okkara hava staðið sína roynd í myrkastu niðu - bæði á sjógv og landi, tá ið ringast stóð til. Hóast tað varð sungið, tá ið farið varð til útróðrar, og tá ið komið var aftur. Hetta er ein vøkur flyting.

Bárður, systkin og foreldrini.

Nú kemur Bárður úr einum jørðildi, har sangur, tónleikur og skaldskapur dagliga hevur átt dagin og løtuna undir bitunum hjá Odvør og Jógvani. Systkin hansara, Høgni, Rógvi, Herborg og Dánjal, eru stak musikalsk. Hetta er vakurt. Tey hava øll nomið við tær skapandi løturnar, sum sangur og tónleikur hevur givið teimum. Tá ið vit fóru undir Gentukórið og fóru á konsertferð til Noregs 1985 og til Íslands í 1986, høvdu vit synirnar við okkum. Jógvan hevði  Bárð og Høgna við sær, og eg  hevði Johan og Theodor Erling við. Tað var onkur, sum helt, at hetta var sjáldsamt, at vit høvdu synirnar við, tá ið vit skuldu taka okkum av um leið 30 tannáringum. Hetta var eingin trupulleiki, tvørtur ímót  gevandi, litríkar, musiskar og skaldakendar løtur og  ferðir. Vit høvdu ikki bara dreingirnar við, men eisini konur okkara, Alexandru og Odvør. Odvør er eisini leiðari í Ribarhúsi, har hon á ein skynsaman, skapandi  hátt leiðir hetta dýrdarhús, sum kanska er eitt eindømi her á landi. Jógvan sjálvur er stak musikalskur og hevur gjørt fleiri góð løg, sum liva á mannamunni, í andans dýrdleika. Hann dugir so stak væl at fáa løg og orð at liva saman.  Gakk tú tryggur er vorðin til fólkaogn, sum flestu føroyingar duga uttanat. Mangt og mikið lyftir sinnið í hesi gongd. Brøðurnir á Lakjuni duga stak væl at syngja. Eyðun hevur spælt undir í Gentukórinum í ár so mong, og er hann av hesi somu rót. Hvørt við sínar náðir.

Victor gamli

Nú er at siga um hesar flytingar í tónleiki og skaldskapi, at tær hava logað uppvið í ár so mong í familjuni. Langabbin, Victor Danielsen, hevði sanniliga eisini havt eitt scriptorium í Fuglafirði. Ì Armenia var hetta  ein klivi, ein krógv, eitt helli, ein , og í hesum lítla,  fitta rúmi var ein pultur, har sum kopistarnir stóðu og skrivaðu. Victor týddi bíbliuna, sum kom út á fyrsta sinni 19. mars 1949, týddi 870 sálmar og yrkti einar 30 . Sjálvur skrivaði Victor 2 skaldsøgur og týddi einar 20 bøkur. Seinni í ár verða liðin 100 ár síðani tann fyrsta sálmabókin kom út á føroyskum, sum Victor skrivaði.

 Tað er at undrast yvir hesa mannagongd í lívi hansara. Hann kundi verið uppvaksin í Armenia og verið kopistur, men varð uppvaksin í Søldarfirði og búsetti seg í Fuglafirði 1928. Kanska eru tað tær poetisku fjallagreinirnar, sum leiða hann á tað skaldaborna støðið.  Hann og konan settu seg niður tætt við Gjógvará. So áarsjóðið hevur fylt nógv.

Tónleikur og myndlist

Tónleikur hevur alstóran týdning fyri okkum. Næmingarnir í hvørjum flokki í okkara skúla hava  rík skapandi evni. Teir næmingar, sum eru  munnstillir og eitt sindur fjalnir, koma eisini við í henda skapandi hópin,  sum setir síni spor í  hugan, leggur lunnar og lunnbót í heilakervið, so heilin fór at liva á ein øðrvísi hátt í tí dagligu gongdini á skúlanum. Tað er eitt fragdararbeiði, ið Bárður ger saman við Marjuni at gera sangleikir við næmingunum í framhaldsdeildini. Hetta dugnasemi er  ein  vøkur fjallagrein, ið nertur  við kenslurnar, sum spegla sær í tí livandi sálarkervinum, setur sínar føtur fastar á hetta gudaborna, sálarinnar fjallamynstur. Henda vakra spegilsmynd í tónleiki, orðum og rørslum leggur andans náðigávur á tann vakra spegilsblanka fjørðin.

Bárður hevur ikki ligið á tí latu síðuni, tá ið tað snýr seg um at ganga á tí rásini, ið nørir um evni okkara andaliga, handaliga og hvønndagsliga. Hann er góður sangari, dugir væl at spæla upp á floytu og gittar. Hann hevur løgini og tónsetingarnar í høvdinum. Tað er gleðiligt at hoyra tey, ið spæla undir, og so tey, ið syngja við í kórljómi, hvussu væl tey duga. Ja, sannleikin er tann, at vit eru fáment her her á landi, t. d. í Fuglafirði eru 1500 fólk og 1500 seyðir -  ein ær upp á fólkið, men tað er mangt og mikið, sum kemur undan okkara hond av skaldskapi og tónleiki. Mong av okkara frægu skaldum, listafólkum og tónleikarum koma av bygd.

Bárður hevur givið út fløgur:  Salt 2004 og Salt 2007

2010  T.O.S (Tollarar og syndarar) Egnar sangir, egið tilfar:  Tann, ið oyru hevur. Flestu løg hjá Bárði og nøkur hjá  bólkinum.

2012 Faðir og sonur - 7 løg hjá Jógvani og 5 løg hjá Bárði

2014 T.O.S Tíð og ævinleiki (Tollarar og syndarar)

2020 Lívsins dansur, 16 tekstir - 7 eldri tekstir og 9 nýggir tekstir

Ja, lívsins dansur saman við tónleikarunum, sangaranum og málningunum hjá verfaðirinum er so vakurt, sum tað kann blíva, tá ið vit skulu brúka eygu og oyru okkara hesa løtu. Tað, sum eygað ikki hevur sæð og oyrað ikki hoyrt,  rørir ikki hjartað.

Ja, at hoyra hesi løg, síggja hesar málningar og síggja henda tekst verða sungnan og bornan fram, gevur ein gleðisrús í sinnið. Her er góður skaldskapur í guðagivnum líki, ið nertur við trúgv og guðsótta.

 

Listin

Um leið 1520 meintu allir listavinir í teimum italiensku býunum, at málningurin hevði rokkið fullkomuleikans tindar. Hetta er í renesansuni( 1400 til 1700),  at listamenn sum Michelangelo (1475-1564) og Rafael (1483-1564), Tizian(1488-1576) og Leonardu(1452-1519) høvdu avrikað alt, sum farnu ættarliðini høvdu droymt um. Teir høvdu víst, hvussu ein á bestan hátt setti vakurleikan og harmoni í tað, hann skuldi verða. Teir vóru farnir upp um størstu griksku og rómversku listina nágreinliga í teirra meistaraverkum. Fólk hildu, nú kundi mannahondin ikki skapa nakað meiri dýrdarkent, enn hvat hesir listamenn høvdu gjørt; men so var ikki. Listafólk fóru undir at broyta t. d. skap, so málningarnir gjørdust øðrvísi. Ein teirra var Parmigianino, sum 1432 málaði Mariu við tí langa hálsinum, sum situr við Jesusbarninum, har kroppur og skap er nógv eldri enn eitt barn á hesum aldri. Grikski málarin El Greco (1541 – 1614) var eisini við í hesi gongd at broyta skapini.

Endi

Tað at kunna prenta nótar og orð kunnu vit føra aftur til 1439. Renæssancan var íblástur frá antikkini, sum vardi frá um leið 750 f. Kr. til 500 e. Kr., og á henda hátt  ein endurføðing av hesi tíðini. Fyri teimum  lærdu í renesansuni var antikkin ein blomstrandi tið, vitinskapur, sálarfrøði, demokrati, list og politikkur vórðu sett upp á breddan. Hetta var ein lívsins dansur, sum setti síni spor. Tað er eins og myndin av Bárði á fløguni, sum Sámal hevur málað, at allir hesir heimskendu renesansumálararnir liva í hesi mynd og á sama hátt øllum hinum myndunum, sum eru við í hesi gongd og øllum teimum,  ið hava stuðlað undir hetta verk.

Í Leirvík er sanniliga eisini eitt tónsett skrivihús, har Bárður hevur sítt scriptorium. Her hevur hann sína elskaðu konu Mirjam og 4 børn – 2 gentur og 2 dreingir- Oddvør og Aimi – Sámal og Jógvan. Tá ið vit vóru í Íslandi í juni 2013 og vitjaðu Húsavík - vinarbýur Fuglafjarðar -  høvdu vit eina kvøldsetu Húsavík um seyð og seyðahald í Fuglafirði. Bárður og Jógvan vóru við – teir spældu og sungu.  Bárður sang á hesi kvøldsetu  t.d.: Tú ert ein sólstrála, sum eg seint fari at gloyma . Ùr hesum snøgga scriptorium í Leirvík hava vit:  Ein lívsins dans her í Mentanarhúsinum, sum Bárður hevur skrivað, tónsett, sungið saman við vinum sínum, og málningarnar hevur verfaðirin, skyldmaðurin  Sámal Toftanes, málað. Sprotin gevur hetta verk út. Jonhard Mikkelsen ger eitt megnar arbeiði, lyftir og nørir um okkara mentan dag og dagliga - okkum øllum til gleði og gagns. Í Vestmanna er sanniliga eitt dygdar skrivihús – eitt scriptorium, sum er eitt sjáldsamt fyribrigdi.

 

Hetta er ein guðagivin løta. Hesar vøkru fjallagreinir í hesum bóklingi og fløgu fara at spegla sær í okkara huga eins og renæssancan gjørdi  tað. Hjartaliga til lukku við hesi útgávu.Tann, sum æru býður, er æru verdur, og teimum, tú nýtur gott av, skalt tú rósa... og æran er fagrasta træ í skógini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB