Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein gongutúrur av bunnunum við Miðvað

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.03.2020 - 22:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ja, soleiðis eitur staðið, har kommunalu vatnbrunnarnir hjá Klaksvíkar Kommunu eru tætt sunnanfyri Ánagjógv.Tað visti eg ikki fyrr enn í dag, nú eg og Árni Elttør høvdu sett okkum fyri at ganga túrin úr brunnunum við Miðvað og norður í húsið hjá Klaksvíkar Kommunu í Svartadali.

Eg havi gingið túrin fyrr, fyri nógvum árum síðani. Tá hevur tað helst verið á sumri ella seint á vári, tí eg minnist nevniliga, at nógvur heiðafuglur var at síggja har.

Í dag var tað ein annarleiðis túrur, ikki serliga gott veður, sirmaði alla tíðina meðan vit gingu og svørurin var sera vátur.

Klokkan var um 16.30 tá vit byrjaðu at ganga. Gøtan er sera góð, tú gongur eftir vatnleiðingini allan vegin og av brunnunum, í húsið í Svartadali heim aftur á Strond, har vit fóru oman við rørunum til turbinurnar hjá Sev, brúktu vit tveir og ein hálvan tíma íalt við løtuni vit brúktu inni í húsinum í Svartadali.

Sum allir aðrir gongutúrar úti í náttúruni, so bleiv hetta ein frálíkur túrur, ikki minst í hesum koronatíðum.

Kann tó ikki lata vera við at nevna øll plastrørini vit gingu um á túrinum. Tað sá næstan út sum um at endamálið við teim flestu av rørunum skuldu bara gagnað tí tey vóru sett til. At tey ikki skuldu skemma náttúruna, sýntist als ikki at vera endamálið. Eisini lógu nógv og rókust sum als onga uppgávu høvdu har, uttan at skemma náttúruna. Tað skal tó sigast, at sjálv vatnleiðingin var væl krógvað og sýntist at vera væl úr hondum greidd, men arbeiðið sum var gjørt fyri at løkir ikki skuldu nerva sjálva vatnleiðingina, kundi verið gjørt nógv betur og meira náttúruvinarligt.

Húsið í Svartadali var hugnaligt at koma inn í og sýntist at vera væl umgingið øll hesi ár síðani eg var har seinast.

Hetta verður heilt víst ein túrur eg fari at royna í summar tí hesa tíðina saknar ein heiðafuglin. Vit sóu tó nakrar harur.

Niðanfyri myndir frá túrinum í dag:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast