Lýsing
Lýsing
Lýsing
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja | Mynd: J. Helgi

Framherji byggir nýggjan Akraberg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2020 - 20:28 Tíðindi Vinna

Kostnaðurin er 317 milliónir, men nú fortreytirnar fyri at vera í fiskivinnuni eru broyttar til, at kvoturnar eru tryggjaðar í 12 ár, metir Annfinn Olsen, reiðari, at tað fer at mala runt. Ikki minst tí at virðið á veiðini helst kann økjast eini 15% av tí at nýggja skipið verður munandi meira framkomið og effektivt.

Seinasta hálva árið hava reiðarar nærum staðið í bíðirøð fyri at kunngera, at teir lata nýggj skip byggja, og teir eru á einum máli um, at tað eru broyttu fortreytirnar við langtíðarloyvum, ið hava gjørt tað møguligt. Vit hava sæð nýggjan Klakk, útmeldingar eru komnar um nýtt Sandshav og nýggjan Gadus, og nú kemur so eisini ein nýggjur Akraberg.

Gamli Akraberg er frá 1994, og Annfinn Olsen sigur, at broyttu fortreytirnar gera, at teir kunnu gevast við at pjøssa uppá tann gamla og nú kann gera íløgu í ein nýggjan. Gamli Akraberg fiskar mest botnfisk, meðan tann nýggi hevur móttøkutangar og kann halda uppá livandi fisk, ið so aftur merkir betri góðska og betri prísur. Fabrikkin umborð ger tað eisini møguligt at fáa fiskin skjótari ígjøgnum.

Á rækjuveiðu kann nýggi Akraberg fiska við 3 trolum í mun til tey 2, sum gamli Akraberg kann fiska við, og hetta gevur sum øllum kunnugt 50% meira. Umborð á nýggja Akrabergi verður eisini ein rækjufabrikk, ið merkir, at teir fáa virðisøkt umborð við at kóka tær størstu rækjurnar umborð. Tilsamans merkir hetta, at meirvirðið av veiðuni kann roknast við at vera umleið 15%.

Reiðarin sigur við Kringvarpið, at umhvørvisliga verður nýggi Akraberg eitt stórt framstig. Hetta er nakað, teir hava brúkt nógva tíð uppá at fáa uppá pláss. Ítøkiliga fara teir at seta eitt battarí í skipið, ið verður sett til trolspælið, har orka verður framleidd, tá trolini verða rullað út, og hendan orkan verður so aftur brúkt til at hála trolið inn aftur. Tað merkir at nýggi Akraberg kann spara heilt fitt av orku.

Ljóðdálking er eisini hugsað um. Motorarnir kunnu verða steðgaðir um náttina, tá skipið liggur við kai, tí skipið verður gjørt til at taka ímóti landstreymi eins og tað fær streym frá áðurnevnda battarínum.

Viðvíkjandi ensilasju, sum gamli Akraberg varð umbygdur til at kunna gera umborð, og tað fer tað nýggja skipið eisini at kunna. Tað bar ikki til at gera allan fráskurðin umborð á gamla Akrabergi, tí tangarnir vóru í so lítlir. Neyðugt var við einum kapasiteti uppá 450 tons, har gamli Akraberg bert hevur knapt 400 tons av kapasiteti. Nýggja skipið kann taka 950-960 tons, og tangarnir fara at kunna taka 550 tons av ensilasju. Harvið verður pláss til at gagnnýta allan fráskurðin.

Hendan ensillasjan verður fyrst og fremst gjørd úr botnfiskaveiðu í Barentshavinum, og kann eitt nú seljast til Havsbrún í Fuglafirði sum laksafóður, eins og tað verður gjørt longu nú við verandi Akrabergi.

Nýggi Akraberg verður bygdur á skipasmiðju í Noregi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…