Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

SKRIVAÐ: Beinta Løwe  |  31.03.2020 - 00:53 Politikkur Tíðindaskriv

Fyrispurningur, settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í almannamálum, viðvíkjandi støðuni hjá fólki í dagpeningaskipanini (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Hvussu er støðan hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, men sum hava fingið boð um, at viðgerðin av málinum er seinkað av støðuni við korona?
Kunnu fólk, sum skjótt detta út úr dagpeningaskipanini, fáa longt tíðarskeiðið í dagpeningaskipanini, um málsviðgerðin er seinkað av korona støðuni?
Um fólk detta úr dagpeningaskipanini, tí mál teirra er seinkað av korona støðuni, hvar fáa tey so fíggjarliga hjálp?

 

Viðmerkingar:

Støðan við korona leggur nógv trýst á almennu skipaninar. Tí kunnu viðgerðir av øðrum málum verða seinkaðar nakað. Hetta er óheppið fyri fólk, sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn koronastøðan tók seg upp. Málsviðgerðin kann verða seinkað, og fyri tey, sum skjótt detta úr dagpeningaskipanini, er hetta ein sera óheppin støða. Ístaðin fyri at fáa avgreitt mál teirra, kunnu tey detta niður ímillum av einari bráfeingis støðu, sum er íkomin kring alt landið.

Talan er ikki um fólk, sum eru fevnd av “korona skipanini”, men um fólk sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn korona tók seg upp.

 

Á Løgtingi, 30. mars 2020

Beinta Løwe Jacobsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…