Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu trygg er skipanin við Nem-ID?

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  29.04.2020 - 05:51 Lesarabrøv Vinna

Í 2015 settu føroysku bankarnir kundum sínum nevan fyri tenninar, at nú skuldu teir - vildu teir brúka netbankan - fáa sær danskt CPR-nummar.

Tá var sambært fyrispurningi og svari á løgtingi staðfest, at tað hevði kostað bankunum og tí almenna nógvan pening – onkur nevndi millum 150 og 200 milliónir – at slóða fyri, at allir føroyingar nú skuldu hava danskt CPR-nummar og Nem-ID. Samstundis vórðu ikki so fá KT- og vitanararbeiðspláss avreidd til Danmarkar.

Eftir fleiri mótmæli bakkaðu bankarnir og góvu kundum sínum møguleikan at sleppa undan donskum CPR-nummari – teir kundu velja innritanina, sum rópt verður Cryptomathic.

Nú herjar felagið “Føroyskir peningastovnar” á á øðrum sinni og kunnger, at seinasti dagur, ið loggast kann á eftir gomlu skipanini, er 29. mai 2020.

Hetta er ein sera sjáldsamur samskiftisháttur.

Framman fyri mær liggur sáttmáli millum bankarnar, eg brúki, og meg. Í sáttmálanum stendur, at eg havi rætt til at brúka netbankatænastuna. Á skjalinum standa tvær undirskriftir: Ein hjá einum persóni, sum skrivar undir vegna bankan, og so mín egna undirskrift.

Tá ið eg spyrji bankaráðgevar, um sáttmálin er farin úr gildi, vita teir ikki at svara. Teir vísa bara á boð úr erva og nevna almenna kunning.

Men er tað soleiðis í bankaheiminum, at sáttmálar bara kunnu sigast upp við almennum boðum, sum tú lesur ella ikki lesur á onkrum tilvildarligum portali?

Tá ið eg so spyrji, hví hetta verður gjørt, verður svarað: av trygdarávum! Tað eru trygdarhol í Java-forritinum.

Sjálvur havi eg brúkt hesa innritanina, síðan netbankin kom – og havi ongantíð havt trupulleikar av Java.

Og so kundi verið spurt: Hvussu trygg er skipanin við Nem-ID?

Guglar tú “Nem-IDE problemer”, fært tú 1.200.000 svar.

Guglar tú “Nem IDE svindel”, fært tú 69.000 svar, og her ber til at lesa um fleiri mál, eldri og yngri, ja, fleiri eru frá nú í vár 2020. Fólk í hópatali verða lumpað, og sum so mangan gongur tað mest út yvir tey veikastu í samfelagnum: tey gomlu, tey, sum búgva á bústovnum, og tey, sum bera brek.

Fyrispurningur um svik í sambandi við Nem-ID hevur eisini verið frammi á fólkatingi í ár.

So hesum við trygdini trúgvi eg ikki. - Onkur hevur sagt, at í Føroyum eru sterkir máttir, sum arbeiða fram ímóti at tvinga okkum føroyingar at gerast ein danskur útjaðari í uppaftur størri mun, enn vit longu eru. At bankanevndir og bankaleiðslur við sínum CPR-átaki eru partur í hesum døkka leiki, fáa vit okkum ikki til at trúgva – ella hvussu?

Árni Dahl

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul
Búnaðarstevnan: Landbúnaðu­rin á einum ve…