Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lokal matsøla við bátabrúgvarnar

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  30.04.2020 - 16:10 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sum nakað nýtt fer Klaksvíkar Kommuna í holt við eina roynd at skapa eitt stað, har lokalir matframleiðarar hava møguleikan at selja sínar matvørur. Tað er umhvørvisátakið Slóða fyri, sum stendur handan hesi verkætlan.

Klaksvíkar Kommuna eigur tríggjar smáttur, sum hóska seg væl til at standa og selja úr. Í mai mánaði koma smátturnar at standa við bátabrúgvarnar og FK, og møguleiki verður fyri at selja og keypa frískan og dygdargóðan mat í býnum.

Í ár ber ikki til at skipa fyri umhvørvisvikuni, og tískil hava fyrireikarnir valt ein annan leist, har tilber at fylgja almennu tilráðingunum í sambandi við Korona.

Lokalt framleiddur matur gagnar umhvørvinum, tí maturin hevur ikki ferðast langa leið. Somuleiðis vísir tað seg, at vit virða matin meira, tá vit vita, hvar maturin kemur frá, og oyðsla minni. Eisini verða vit meira sjálvbjargin av at hava lokala framleiðslu. Alt hetta er í samsvari við heimsmál nummar 12, sum snýr seg um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu, siga fyrireikarnir.

Øll sum ynskja at selja sjálvframleiddan ella veiddan mat, eru vælkomin at venda sær til fyrireikarnir Gunnhild Dahl Niclasen ella Anniku S. Biskopstø. Ætlanin er at hava opið fríggja- og leygardagar í mai mánaði. Fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 10 til 13.

Fyrsta smáttan letur upp leygardagin 2.mai, tá tunnilsdagur eisini er. Tað er útistovugarðurin á Trøllanesi, sum kemur at selja tann dagin og tilber at keypa ræst kálvakjøt, dunnu egg, rullupyslu, kjøtpylsu og vínrabarbu súltutoy. Øll vøra er føroyskt og vistfrøðilig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…