Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðstein Poulsen

Viðmerkingar til leiðarin: “Við tunlum skal land byggjast”

SKRIVAÐ: Lasse Klein, fyrrv. landsstýrismaður  |  01.05.2020 - 11:41 Lesarabrøv Politikkur

Soleiðis byrjar leiðarin í Norðlýsinum 29. apríl. Ikki tí at eg ætlaði mær at taka nakran heiður frá nøkrum, men tað ber ikki til at reingja veruleikan.

Søgan um undirsjóartunnlarnir um Vestmannasund og Leirvíksfjørð byrjar á einum heilt øðrum staði. Hon byrjar av álvara á heysti 1987, og undan hesum tíðarskeiði royndu tveir lokalir politikarar í Vágum seg við einum heilt øðrum uppskoti um heingibrúgv um Vestmannasund. Teir vóru Vilhelm Nielsen, umboðandi Fólkaflokkin og Haldur Hansen umboðandi Javnaðarflokkin. Teirra floksleiðslur sviku teir tá á stóð, og fólk gjørdi gjøldur burtur úr teimum.

 

Tá ið spurningurin tók seg upp um gerð av undirsjóvartunli um Vestmannasund, var undirritaði landsstýrismaður í samferðslumálum, og kom at standa á odda fyri hesum arbeiði. Hevði nógvar fundir við felagskommunurnar í Vágum, var somuleiðis á kanningarferð í Norra saman við Mikkjal Helmsdal, fyrrv. landsverkfrøðingi, Henning Jacobsen, verkfrøðingur og fyrrv. landsverkfrøðingur og jarðfrøðinginum og náttúruvísindamanninum Jóannes Rasmussen. Afturkomnir skrivaði eg drúgva grein um kanningararbeiði í sambandi við gerð av undirsjóvartunlum.

 

Hetta skapti slíka øsing í Føroysku bløðunum, og fólk hildu okkum verða óðar í høvdinum, og ókvæmisorðini fóru um allar geilar. (M.a. dulnevnd lesarabrøv setti dagsskránna í fleiri vikur, við óhøviskum og nirandi viðmerkingum).

 

Tá uppskotið um tunnil um Vestmannasund sá dagsins ljós 17. mars 1988, lógu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin og snork svóvu, og vaknaðu ikki upp fyrr enn onnur høvdu serveraði teimum ein undirsjóvartunnil á einum silvur fati!

 

Um sama mundi bað undirritaði Mikkjal Helmsdal og Jóannis Rasmussen í samráð við Ásbjørn Joensen og Heina O. Heinesen,  fyrrv. tingmenn í Norðoyggjum um at fara undir tjarnuborðingar í Leirvíksfirði við tí fyri eyga at kannað møguleikan fyri at gera undirsjóvartunnil í Leirvíksfirði, og seinri boðaðu vit frá, at tá tunnilin um Vestmannasund var liður skuldi farast undir Norðoyatunnilinin.

 

Øsingin millum tey uml. 80% av føroyingum sum vóru móti ætlanum var stór, og tað var eisini fyrstu ferð fólk hoyrdu um undirsjóvartunlar og bumm gjald, men eg kann bera staðfesta at í dag hevur pípan fingið annað ljóð.

 

NB: Vit minnast øll lagnuna hjá undirsjóvartunlinum um Vestmannasund, tá tað eydnaðist Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum seinri komu í samgongu, at steðga tunnilsarbeiðinum um Vestmannasund, eftir at tað almenn samb. óváttaði tíðindi hevði brúkt einar 50 mió. kr., uppá hetta arbeiði við lántøku frá útlendskum lánistovnum. Nøkur ár seinri løgdu teir nýtt uppskot á ting, og fyrigyklaðu fólki, at ætlanin var at tey skuldu sleppa at koyra ókeypis tá ”bert” nýggja lánið var útgoldið. Ikki eitt orð var tá nevnt um allar hinar milliónirnar, sum tað almenna við lántøku og kontantum inngjaldið, hevði brúkt áðrenn arbeiði í seinra umfari var uppafturtikið.

 

Mong eru tey sum hava tikið sær heiðurin av at verða tey fyrstu at byrja arbeiði í sambandi við undirsjóvartunlar í Føroyum, men veruleikin er tann, at tað var landsstýri og samgongan frá 10. januar 1985 til 18. januar 1989 sum gjørdi tað møguligt yvirhøvur at tosa um undirsjóvartunlar í Føroyum.

 

Tá vit í dag hugsa um vavi og hvønn týdning hesi mál hava fingið fyri Føroyska samfelagi, kann tað tykjast løgi og ótakksamt at flokkarnir sum stóðu á odda fyri hesum arbeiði onga, als onga politiska viðurkenning hava fingið fyri teirra politiska arbeiði, hugsi ikki minst um Vágarnar. Øskukalt tá byrja var, men eftir 4 árum reistu Vágarnar seg sum fuglurin Føniks, og hygg eftir Norðoyggjum í dag, menningin er meira enn so at fáa eyga á.

 

Hjálagt er uppskot um: Lán til tunnil um Vestmannasund frá 17. mars 1988, sum gevur eina góða lýsing av støðuni.

 

Lasse Klein,

fyrrv. landsstýrismaður

 

Les eisini:

Uppskot um lán til tunnil um vestmannasund (Viðheft)

 

Les eisini leiðarin:

https://nordlysid.fo/tidindi/64766/vid-tunlum-skal-land-byggjast

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin