Lýsing
Lýsing

Við tunlum skal land byggjast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2020 - 15:23 Leiðarin Mentan Vinna

Nú byrjar at lýsna. Ikki bara er samfelagið varisliga komið upp í gear aftaná eina umfatandi afturlating, men eisini samferðsluútbyggingarnar boða frá, at væl gongst við at bora nýggjar tunlar bæði millum Streymoynna og Sandoynna, millum Eysturoynna og Streymoynna, og millum Trongisvág og Hvalba.

Leita vit aftur í 1980’ini og nakað inn í 1990’ini, so vóru tey mong, ið hildu hugskotið at hava undirsjóvartunlar í Føroyum vera púra vitleyst. Í Hoydølum var undirskriftarinnsavning ímóti Vágatunlinum, og ein av høvuðsstigtakarunum, Svend Aage Ellefsen, varð karikeraður og útróptur til “Ársins Ulku” tað árið. Gjøldur varð eisini gjørt burtur úr Jógvani við Keldu, ið hevði líknandi tankar um at binda oyggjarnar saman við tunlum undir havsins botni.

Nú er vent í holuni. Svend Aage Ellefsen og Jógvan við Keldu vístu seg at vera sannar framburðsmenn, visionérir og framman fyri sína tíð, meðan tey sum skrivaðu undir ímóti Vágatunlinum og Sandoyartunlinum nú allarhelst skammast yvir sína undirskrift. Vágatunnilin gjørdi øllum atfinnarunum til skammar, tá átta til tíggju ferðir so nógv ferðsla, sum Ternan hevði flutt um Vestmannasund, fór ígjøgnum tunnilin dagliga.

Undirsjóvartunlarnir eru millum allarbestu íløgurnar hjá almennu Føroyum.

Tunlarnir á landi eru sanniliga eisini bæði neyðugar og skilagóðar íløgur, og lat ongan iva vera um, at norðoyingar taka fult undir við, at Hvalbiartunnilin nú verður boraður av nýggjum. Tað hevur verið harðliga tiltrongt leingi. Men eftir hann eiga politikararnir at halda orð og fara í holt við at bora teir báðar tunlarnar á Borðoynni. Tað er minst líka tiltrongt.

Nú brýtur í bæði borð hjá Landskassanum, vita vit. Landið er hart rakt av Corona-virusinum og má taka stórt lán uttanlanda. Hetta má tó fyri alt í verðini ikki gerast ein undanførsla fyri at útseta tunlarnar Norður um Fjall longri, tí teir tola ikki at bíða. Tvørturímóti hava fleiri sakkøn mælt til, at tað er júst nú, meðan tað privata koyrir uppá pumpurnar, at tað almenna skal spennast fyri samfelagsvognin og halda hjólunum malandi.

Ongin kann longur vera ósamdur í, at tunlarnir á Borðoynni mugu útskiftast skjótast gjørligt. Teir eru í sera ringum standi og als ikki gjørdir til ferðslumynstrið í 21. øld. Vanlukkur eru hendar í teimum, grót er fleiri ferðir rapað undan loftinum, og kemur eldur í ein bil harinni, kann skjótt vera heilt galin endi. Eisini er tað púra burturvið, at man framvegis í hesi øldini skal vera noyddur at sigla størri arbeiðsbilar allan vegin rundan um Klakkin og Borðoyanes og norður gjøgnum Hvannasund fyri at kunna brúkast til arbeiði Eystan Múla.

Tosað verður nógv um eina “samfelagskontrakt”. Fólkið norðast í Føroyum hevur eisini eina óskrivaða kontrakt við hetta Landsstýrið, og ikki færri enn fimm tingfólk úr samgonguni eru vald í Norðoyggjum, tann eina tó í Landsstýrinum í løtuni. Samstundis valdu norðoyingar ongan í andstøðuni. Hetta er ein dygg álitisváttan á sitandi Landsstýri og samgongu, ið eisini lovaði at gera tunlarnar, so nú mugu vit siga, at borðið fangar.

Tunlarnir skuldu eitast fyri at vera við í fíggjarkørmunum, sum skuldu almannakunngerast 1. apríl, men sum vegna verandi hálvgum undantaksstøðu máttu útsetast. Teir eiga framvegis at vera við í kørmunum, tá undantaksstøðan hæsar av. Onki annað kann góðtakast.

Nú vit hátíðarhalda 15. føðingardagin (tá tann fyrsti í 2006 er íroknaður) hjá Norðoyatunlinum eiga vit at hugsa um at fáa alt landið uppí hetta framúr vælvirkandi samferðslunetið, sum gjørdi øllum atfinnarum til skammar. Várharra setti ongan eftir, og tað skulu vit heldur ikki.

Leygardagin 2. mai er tunnilsdagur og harvið ókeypis at koyra í Norðoyatunnilinum. Norðlýsið ynskir øllum vælkomin til Klaksvíkar og Norðoyggjar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin