Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólakonsert: Í menniskjum góður tokki

SKRIVAÐ: Barnabati  |  29.11.2025 - 09:00 Mentan Tíðindaskriv

Nú stundar til árligu jóla- og stuðulskonsertina hjá Barnabata Í Menniskjum Góður Tokki. Konsertin er vorðin fastur táttur hesa tíðina og hevur frá byrjan havt eitt greitt endamál: at veita hjálp til fíggjarliga sperdar barnafamiljur í Føroyum.

 

Jólini – ein gleðistíð fyri øll børn

Jólini eru ein tíð við gleði og góðum minnum. Men veruleikin í Føroyum í dag er tann, at fleiri enn 1000 børn vaksa upp í fátækaváða sambært tølum hjá Hagstovuni. Fyri hesi kunnu jólini vera ein tung tíð merkt av stúran heldur enn ein gleðistíð. Fátækaváði merkir ikki bert trong fíggjarlig kor, men er eisini ein sosial avbjóðing, sum kann ávirka menning, sjálvsálit og trivnað hjá einum barni ella ungdómi.

 

Soleiðis verður jólahjálpin býtt út

Fíggjarliga sperdar barnafamiljur kunnu fylla út eitt umsóknarblað á heimasíðuni hjá Barnabata saman við einari stuttari frágreiðing um teirra fíggjarstøðu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og gávukort til mat og/ ella gávur verða latin teimum, sum liva undir fátækamarkinum. Tá umsóknirnar verða viðgjørdar, verða atlit tikin til, hvussu nógv børn og vaksin eru í húsarhaldinum, og hvørjar umstøður gera seg galdandi. Fleiri húski liva í fátækaváða í longri tíð, og onnur húski verða rakt av brádliga íkomnum støðum sum arbeiðsloysi, hjúnaskilnaði ella deyða – og kunnu tí hava tørv á serligari hjálp. Jólahjálpin verður borin út í samstarvi við Posta.

 

Hagtøl

Barnabati hevur við hjálp frá búskaparfrøðingi savnað inn hagtøl, ið lýsa støðuna hjá barnafamiljum í Føroyum. Hesi liggja tøk á heimasíðu okkara. Í 2024 fingu 325 barnafamiljur jólahjálp og 714 børn fingu ágóðan av stuðlinum. Somuleiðis fingu 25 børn játtað stuðul til føðingardagshjálp og hjálp til serligar merkisdagar í fjør - alt fíggjað av Í Menniskjum Góður Tokki við stuðli frá privatum og vinnuligum gevarum kring landið.

 

Soleiðis kanst tú hjálpa

Vilt tú hjálpa og stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum, kanst tú stuðla á barnabati.fo. og til ber at stuðla alt árið. Stuðulin er týdningarmikil, tí hann er við til at fíggja hjálpina og geva familjum vón og gleði júst tá teimum tørvar tað. Størsti parturin av stuðlinum verður latin sum jólahjálp, og ein partur verður latin sum føðingardagshjálp og hjálp til serligar merkisdagar hjá børnum og ungum alt árið.

 

Um konsertina

Jóla- og stuðulskonsertin  Í Menniskjum Góður Tokki er tikin upp í Havnar kirkju og verður víst í sjónvarpinum sunnukvøldið 30. november kl. 19.

Vit ynskja øllum barnafamiljum í Føroyum eini góð og hugnalig jól

 

Barnabati

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna