1. umfar: Klárar KÍ at forða eini B36-hevnd?
(Úr Norðlýsinum hósdagin) B36 kemur leygardagin norður til Klaksvíkar at vaska tapið frá FM-finaluni av sær. Fyrsti dysturin hjá báðum liðunum er tann sami sum síðsti dystur í fjør. Hesaferð í Klaksvík og tað løgna er við hesi uppgerðini, at tað hevur víst seg at verið ein fyrimunur at spælt á útivølli.
Eftir ein longri steðg vegna koronasmittuvanda, so byrjar fótbólturin eftir ætlan leygardagin. Fyrstu umførini vera uttan áskoðarar, so hetta verður ein heilt óvanlig støða. Við tað at føroyska kappingin er tann fyrsta í Europa sum byrjar aftur eftir koronasteðgin, so hevur tað skapt stóran áhuga uttanlands. Tað merkir m.a., at stóra norska sjónvarpsrásin TV2 fer at vísa dystir frá føroysku kappingini. Niðanfyri verður mett um 1. umfar.
HB-EB/Streymur
Dómari: Eiler Rasmussen
Dysturin í Gundadali hevur HB sum stórfavoritt. HB hevur sum mál at vinna FM, meðan EB/Streymur hevur sum mál at halda sær uppi í deildini. HB hevur ongan dyst tapt í ár, um vit hyggja eftir venjingardystum og stórsteypadysti (um vit ikki telja brotssparkskappingina uppí). EB/Streymur skal tó ikki undirmetast, tí liðið fekk 0-0 javnleik móti B36 síðsta vikuskiftið og verjuspælið fekk góð skoðsmál, sum úrslitið eisini sigur. Í fjør fekk EB/Streymur stig onkran dyst móti topp 5 og var nær við fleiri ferðir. Vit eru í fyrsta umfarinum, og tí er ikki vist, at HB fær tað so lætt. Tipping: 1 (2-0)
Skála-ÍF
Dómari: Rúni Gaardbo
Hetta eru tey bæði liðini í botn 5, sum í styrki á pappírinum eru farin hvør sín veg síðani síðsta kappingarár. Skála er farið frá at vera nógv sterkasta liðið í botn 5 til at vera eitt tað veikasta, meðan ÍF er farið frá at vera nógv tað veikasta liðið í botn 5 til at vera millum tey sterkaru – á pappírinum. Eitt er pappírið, nakað annað er tað, ið fer at henda á vøllinum. KÍ spældi venjingardystir móti báðum hesum liðunum eftir koronasteðgin og útfrá tí, so er ÍF eitt betri lið. Skála hevur ójavna dygd. Har eru heilt góðir leikarar sum Teitur R. Joensen, Pætur D. Jacobsen, Andreas E. Jacobsen og Ronni Møller-Iversen, men so eru eisini fleiri leikarar í uppstillingini, ið ongantíð áður hava spælt regluliga í bestu deildini. ÍF hevur eina uppstilling við einans royndum leikarum. Trupulleikin hjá ÍF er, at liðið hevur bara vunnið ein dyst í bestu deildini síðani einaferð í 2017. Hetta er 1. umfar og Skála hevur heimavøll, og tað eigur at hjálpa nakað, eisini nú eingin áskoðari verður. Ein javnur dystur sum liggur millum javnleikin og ein útisigur. Tipping: 2 (0-1)
NSÍ-TB
Dómari: Kári J. á Høvdanum
NSÍ hevur víst góðar dygdir eftir koronasteðgin við 9-1 sigri á AB og 2-1 sigri á KÍ. Petur Knudsen er glóðheitur, og tá landskappingin byrjar, so er sera sannlíkt, at Klæmint A. Olsen eisini er klárur at skora mál. TB er liðið, sum hevur spælt nógv fæst venjingardystir og hevur eitt næstan heilt nýtt lið við nógvum nýggjum útlendskum leikarum. NSÍ plagar at hava gott tak á mótstøðuliðum frá botn 5 á heimavølli. Styrkin hjá TB er ókend, men eru flestu av útlendingunum á góðum stigi, so verður talan helst um ein dyst, sum fyri ein part kann blíva spennandi. TB hevur bara spælt ein venjingardyst á útivølli og tann dystin tapti liðið 1-0 móti HB. Tipping: 1 (2-1)
AB-Víkingur
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
AB hevur havt sera avbjóðandi umstøður upp til kappingarbyrjan. Áðrenn kappingina bleiv venjarin skiftur eins og felagið fekk heilt nýggja nevnd. Úrslitini í venjingardystunum hava verið vánalig og síðsta venjingardystin tapti AB heili 9-1 móti NSÍ. Víkingur tykist væl fyri og eigur at vinna hendan dystin, eisini um Sølvi Vatnhamar ikki verður klárur vegna skaða. Víkingur eigur at fáa seks stig fyrstu tvey umførini, har mótstøðuliðini eru AB og Skála. AB hevur mangan argað Víking áður, men sum fyrireikingarnar hava verið í ár, so er ikki sannlíkt, at tað verður hesaferð. Tipping: 2 (0-3)
KÍ-B36
Dómari: Alex Troleis
Stóri dysturin í 1. umfari er í Klaksvík, har KÍ – okkum kunnugt – fyri fyrstu ferð í søguni skal spæla landskappingardyst uttan áskoðarar. Tað verður áhugavert, um tað fer at hava ávirkan. Frammanfyri skíggjarnar bæði í Føroyum og í Noregi vera nógvir hyggjarar, kanska meir enn nakrantíð til ein landskappingardyst í Føroyum. B36 skal hevna tapið frá FM-finaluni í fjør og í hesi uppgerðini er tað løgna, at B36 stendur seg nógv betur í Klaksvík, meðan KÍ síðstu árini stendur seg betur í Tórshavn. Í fjør vann KÍ allar tríggjar dystirnar í Tórshavn móti B36, meðan B36 vann dystin í Klaksvík og bara hevur tapt fýra av síðstu 23 dystunum í Klaksvík. Talan verður helst um ein javnan dyst, har bæði liðini kanska eru nøgd við ein javnleik. Í dystinum í Klaksvík í fjør sá tað út sum, at bæði liðini vóru nøgd við ein javnleik, men tá avgjørdi B36 eitt sindur burturúr ongum í endanum av dystinum. Javnleikur er mest upplagdur. Tipping: X (1-1)