Lýsing
Lýsing
Lýsing
Uppskotið um 30% uppboðssølu av veiddum fiski fær kaldliga móttøku av hoyringarpørtunum

Tummil niður til alla uppboðssølu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.05.2020 - 12:16 Leiðarin Politikkur Vinna

Í lógarbroytingini um sjófeingi, ið kemur fyri á Løgtingi í morgin, verður skotið upp at 30% av veidda fiskinum skal á eina góðkenda uppboðssølu. Føroya Reiðarafelag tekur ikki undir við hesum, og vil ikki hava nakra broyting á hesum øki í heila tikið; skipini skulu framhaldandi sjálvi gera av, hvønn tey selja veiðuna til. Sama ynski um at sleppa uppboðssøluni gongur aftur í svarum frá øðrum hoyringarpørtum.

Tað er ikki minst ásetingini um, at landsstýrismaðurin kann áseta minstaprís, sum Reiðarafelagið finst at. Hetta kann tulkast sum at vit fáa ein politiskt ásettan kostnað. Reiðarafelagið mælir til heldur at halda fast í góðu gongdini við vertiklari integratión, tað vil siga, at eitt reiðarí allierar seg við eitt fiskavirki, antin í samstarvi ella við at hava bæði í somu fyritøku, soleiðis at reiðaríið hevur kontroll á allari virðisketuni frá rávøru til liðugtvøru.

Fiskivinnuráðið førir hetta sama fram í hoyringarsvari til lógaruppskotið, har tað eisini kemur fram, at Ráfiskakeyparafelagið og arbeiðarafeløgini eru samd við Reiðarafelagnum og mæla frá broytingini, soleiðis at reiðarí framhaldandi frítt kunnu velja virki at avreiða til, ella vøran seljast til, og tað sama sigur Ráfiskaseljarafelagið.

Eisini Faroe Origin vendir tumlinum niður til at lóggeva veiddan fisk á uppboðssølu. Faroe Origin ger vart við, at verður hetta samtykt, stendur ráfiskaútflytarum frítt at keypa fiskin og senda hann óvirkaðan av landinum, og harvið verður ongin virðisøking av honum í Føroyum. Hetta kann hava sera negativar avleiðingar fyri tey føroysku flakavirkini og arbeiðsplássini har.

Víst verður á eisini á, at virkir, sum keypa veiddan fisk á uppboðssølu, hava ikki somu møguleikar at kunna seg um góðsku, áðrenn tey keypa, og hetta kann gera, at virkini ikki longur kunnu veita trygd fyri somu góðsku til keypararnar uttanlands, sum tey higartil hava kunnað, tí í verandi skipan er gott samskifti millum skip og virkir, har skipini upplýsa virkjunum neyvt um nøgdir, støddir og góðsku, meðan á eini uppboðssølu eru virkini noydd at keypa fisk, sum tey ikki kenna.

Vørn hevur sent eitt hoyringarsvar inn, ið tó einans sigur, at Vørn ongar viðmerkingar hevur. Aðrir interessentar, so sum Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Ráfiskaseljarafelagið og Ráfiskakeyparafelagið, eins og umboð fyri arbeiðsfólkini á fiskavirkjum, hava ikki sent síni egnu hoyringarsvar inn, men meiningin hjá summum teirra framgongur sum omanfyri nevnt í ávísan mun av hoyringarsvarinum hjá Fiskivinnuráðnum.

Uppskotið varð lagt fram mikudagin 13. mai og skal hava sína fyrstu viðgerð fríggjadagin 15. mai, og verður tað gjørt saman við broytingini í skattalógini, ið snýr seg um avhending av partabrøvum, og tí meira umfatandi uppskotinum um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum til sjófeingi. Øll hesi trý uppskotini fáa sostatt somu fyrstu viðgerð, og verða eftirfylgjandi beint í Vinnunevndina, skattauppskotið tó í Fíggjarnevndina.

Tað er tí greitt, at vinnan, eins og við uppboðssøluni av veiðirættindum, eisini er ímóti uppboðssølu av veiddum fiski. Her er tó tann stóri munurin, at har Landsstýrið, Løgtingið og vinnan í desember vóru samd um at avtaka uppboðssøluna av veiðirættindum, eru Landsstýrið og vinnan nú ósamd um uppboðssøluna av veiddum fiski. Spurningurin verður tí, hvørjum av hesum báðum Løgtingið fer at lurta meira eftir.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni