Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíksskákið skjótt liðugt

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  15.05.2020 - 14:16 Myndarøð Tíðindi

Nú røkist fyri, at síðsta strekkið av “Klaksvíksskákið” á hesum sinni verður gjørt liðugt og íbundið Víkavegin.

Menn frá Vegadeildini, Leivur Eliasen og Martin Jacobsen hava í eina tíð arbeitt við at gera vegaarbeiðið her. Fyrst varð brekkað í rúma tíð fyri at sleppa undan at sproyngja millum hús – Lendið var hart, tí helst var talan um eina lind av Bumshamri, sum gekk henda vegin – sama lindin sæst aftur úti í Taravik.

Síðani eru leiðingar lagdar til ljós, vatn og til vegristirnar, sum nú verða settar uppá pláss. Steinseting er løgt og vegurin planeraður í hæddir eftir projekt til endamálið. So í næstum verður asfalterað.

Men tó verður ikki fortov gjørt í fyrstu syftu. Tað bíðar til næsta ár, sum er at harmast um, tí her gongur rættiliga nógv fólk longu nú.

Men tað er at fegnast um, at hesin vegurin skjótt verður liðugur og kemur at lætta nógv um ferðsluna, sum ein tvørgangandi vegur at fleiri vegum: Undir Hálsi, Mylnugøta, Træðatgøta, á Brekku, oman Reyðhús og Víkavegur. Eftir ætlan skal hesin vegur heilt oman í Klaksvíksvegin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini