Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koronareglur til áskoðararnar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.05.2020 - 22:32 Ítrottur Tíðindi

Í samráð við Koronaráðgevingina, hevur Fótbóltssamband Føroya orðað nakrar leiðreglur í samband við at loyva áskoðarum til dystir í Betri Deildini hjá monnum


Til komandi umfar í Betri Deildini hjá monnum, galdandi frá leygardegnum 16. mai, verður loyvt at hava áskoðarar til dyst.

Hetta er tó treytað av, at hesar leiðreglur um áskoðarar verða fylgdar:

Um áskoðari er sjúkur er viðkomandi heima og møtir ikki til dyst. Um viðkomandi ivast, er man eisini heima.
Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.
Heimafelagið hevur ábyrgd av at skipa áskoðarar í bólkar upp á í mesta lagi 100 fólk, við týðuligari avmarking ímillum bólkarnar. Við hvørja inngongd verður ein hondspritt-haldari settur.
Áskoðarar eru í sama bólki allan dystin. Hvør bólkur hevur egna inngongd, útgongd og atgongd til WC, so bólkar ikki blandast áðrenn og aftaná dyst. Hetta fyri at lætta um eina møguliga smittusporan.
Á áskoðaraplássunum sita áskoðarar á øðrumhvørjum stóli, og onnur hvør rekkja er tóm.
Mælt verður til at skipa sølu av atgongumerkjum soleiðis, at tað slepst undan bíðirøðum.
Heimafelagið hevur ábyrgd av at kunna áskoðarar (yvirlit á heimasíðuni, facebook e.l.) um, hvussu bólkarnir eru skipaðir og hvørjar inngongdir eru.
Heimafelagið setir hóskandi tal av vaktarfólki til hvønn bólk, sum tryggja at tilmæli um frástøðu og tal av áskoðarum verða hildin.
Møgulig søla av kaffi o.ø. skal verða í hvørjum bólki sær, so fólk ikki blandast ímillum bólkarnar
Heimafelagið setir ein trygdarovasta, sum hevur hægstu ábyrgd av áskoðaraviðurskiftum og skal tryggja at hesar leiðreglur – serliga tal av áskoðarum í hvørjum bólki – verða fylgdar.
Eitt ljóðbrot, við áminning um at halda leiðreglur (útflýggjað av FSF), skal spælast í hátalaranum áðrenn dystarbyrjan, beint áðrenn hálvleiksteðgin, tá seinni hálvleikur byrjar og móti dystarenda.
Fyri at fáa loyvi at spæla dystir við áskoðarum, skal heimafelagið gera eina ætlan um, hvussu tey kunnu skipa áskoðaraviðurskiftini sambært omanfyristandandi tilmælum. Hendan ætlan skal sendast til og góðkennast av FSF – í samráð við Koronaráðgevingina.

Dystirnir í komandi umfari í fremstu deildini hjá monnum eru hesir: TB – KÍ, Víkingur – Skála, ÍF – HB, B36 – AB og EB/Streymur – NSÍ. Dysturin millum TB og KÍ verður leygardagin, meðan hinir fýra verða spældir sunnudagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Torradagar aftur á skrá
Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur?…
Nakkur 3.500 pund
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…
Mariuhønan, Ronja og Elmar