Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesaferð er tað Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, ið hevur sett kampanjuleiðaran hjá sær í Búskaparráðið. Stóri spurningurin er um Búskaparráðið, sum higartil hevur verið serdeilis kritiskt yvirfyri Landsstýrinum, nú fer at hava ein meira vinarligan tóna yvirfyri sama Landstýri - livst, so spyrst | Mynd: Fólkaflokkurin

Skeggjasambondini í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.05.2020 - 22:19 Leiðarin Mentan Politikkur

Ein tann mest tanlaða klichéin í okkara lítla landi er, at vit eru so lítil, vit eru so fá, og tí mugu vit góðtaka, at øll kenna hvønn annan. Tað er sum at siga, at nepotisma kanska bara er nakað, vit mugu liva við. Og vit síggja eisini javnan fleiri ivasamar støður, har fólk, sum skulu arbeiða óheft, standa politikarunum ov nær. Tað kann eitt nú vera gjøgnum familju, vinskap, undanfarin størv, ella við eini felags politiskari fortíð.

Vit hava havt heilt mong mál, har ivi hevur verið sáddur um gegnið hjá embætisfólki, og róð hevur verið fram undir, at setanirnar av teimum hava verið partapolitiskar. Vit kunnu taka nøkur dømi úr rúgvuni fyri at ítøkiliggera tað. Samgongan 2011-2015 setti ein kanningarstjóra, ið hevði verið uppstillaður fyri Fólkaflokkin afturi í 1990’unum. Endin var, at hann ikki gjørdist kanningarstjóri kortini.

Kanska sum takk fyri seinast gjørdi Fólkaflokkurin nógv burturúr, tá undanfarni løgmaður setti ein búskaparráðgeva í Tinganesi, ið hevði verið kritiskur ímóti fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni frammanundan og eisini áður gjørt onkrar uppgávur fyri Javnaðarflokkin. Sambandsflokkurin hevur havt fingurin á lofti yvir at formaðurin í Búskaparráðnum mótmælti hækkingini av blokkstuðlinum í 2011-2012, og undanfarna andstøða beit eisini merki í tað, tá valevni hjá Tjóðveldi bleiv sett til formann í metingarnevndini fyri menningarkvotur.

Feskasta dømið er, at nú er kampanjuleiðarin hjá Fólkaflokkinum settur sum limur í Búskaparráðnum. Samstundis situr kampanjuleiðarin hjá Tjóðveldi sum tíðindafólk í Kringvarpinum, og er sum vera man sterkt kritisk yvirfyri nýggju serskattaskipanini av fiskirættindum. Og ikki at tala um makkarin hjá henni, sum var landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin. 

Vit siga ikki, at hetta eru partapolitiskar starvssetanir, men hetta gevur eina heilt greiða mynd av, hvussu inngrógvin tey sokallaðu “skeggjasambondini” eru í Føroyum. Óheft embætisfólk hava javnan partapolitiskar fortíðir. Og vit síggja eisini sera væl, hvussu dúgliga politisk mótstøðufólk brúka tað ímóti teimum. Onkuntíð av órøttum, onkuntíð møguliga av røttum.

Tá má ongantíð verða so, at politiska skipanin kann starvsseta seg til eina meira favorabla umrøðu av sínum politikki. Hvørki beinleiðis ella við einum almennum stovni ímillum seg og tann setta. Tað er sjálvandi í lagi, at almenni fjølmiðilin hevur fólk, sum eru kritisk ímóti sitandi landsstýri, men tað má vera tað til eina og hvørja tíð sitandi landsstýri. Verður stjórnarskifti, skal nýggja landsstýrið hava minst sama mótspæl.

Og tað má heldur ikki verða so, at til ber at seta fólk við “røttu” hugsjónunum í embæti ella  í eitt ráð fyri á tann hátt at asfaltera sær leiðina fyri politikkinum hjá sær. Hugsjónirnar eru legitimar at hava og vísa í politisku skipanini, ikki í embætisverkinum ella í almennum miðlum, ráðum ella nevndum. Her skulu starvsfólkini og ráðs- og nevndarlimirnir vera professionellir og óheftir, annars hava teir ikki trúvirði.

Vit eru lítil og fáment, ja, men tað má ongantíð gerast ein undanførsla fyri nepotismu ella partapolitiskum starvssetanum. Tað hevði verið ein fallitterklering fyri tað at Føroyar eru, og skulu framhaldandi vera, eitt land. Og vit eru ikki ov lítil til at vera professionell. Hetta er ikki ein spurningur um stødd, men um búnaskap. Eru vit so óbúgvin, at nepotisma bara má góðtakast? Ella eru vit nóg búgvin til at vera óheft, saklig og professionell? Tað eiga vit at vera!

Lýsing
Seinastu tíðindini
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur