Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingsins umboðsmaður hevur onga viðmerking til starvssetanina av yvirportøri

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.12.2004 - 09:42 Eldri tíðindi

Løgtingsins umboðsmaður er nú komin til eina niðurstøðu av starvssetanini av yvirportøri á Klaksvíkar Sjúkrahúsið

Á heimasíðuni www.lum.fo stendur soleiðis:

Álit viðv. klaguni frá B um starvssetanina av yvirportøri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um starvssetan av yvirportøri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í klaguni var m.a. ført fram, at eingin reel setanarnevnd hevði viðgjørt umsóknirnar, at einki skrivligt tilfar var frá hesari viðgerðini, at setanarnevndin ikki hevði havt fakligan førleika til at meta um umsøkjararnar, at ongar starvssamrøður høvdu verið við umsøkjararnar, at grundgevingarnar til vrakaðu umsøkjararnar ikki vóru nøktandi, og at setanin átti at ganga umaftur.
Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at ein setanarbólkur hevði viðgjørt málið. Hann helt ikki grundarlag vera fyri at finnast at mannagongdini hjá setanarbólkinum og dugdi ikki at síggja, at avgerðin bygdi á ósaklig fyrilit. Umboðsmaðurin hevði tí ongar viðmerkingar til sjálva avgerðina, eins og hann ongar viðmerkingar hevði til, at setanarsamrøður bert høvdu verið við setta umsøkjaran. Umboðsmaðurin staðfesti, at grundgevingin, sum var givin vrakaðu umsøkjarunum í fyrra umfari, ikki var nøktandi. Av tí, at nýggj skriv við nøktandi grundgevingum vóru latin hesum umsøkjarunum, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við hendan spurningin.
Umboðsmaðurin varnaðist, at hóast vrakaðu umsøkjararnir høvdu biðið Klaksvíkar Sjúkrahús um innlit í øll skjølini, høvdu teir ikki fingið innlit í upplýsingar í nøkrum innanhýsis skjølum, sum viðvíktu teimum. Umboðsmaðurin valdi at taka hendan spurningin upp til viðgerðar, og hann gav Klaksvíkar Sjúkrahúsi eina átalu fyri handfaringina av hesari innlitsumbønini.
 
Álitið kann eisini lesast á www.lum.fo
Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival