Lýsing
Lýsing
Lýsing

Okkum er sent: TUNNIL NORÐ UM FJALL

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.05.2020 - 15:28

Ein vegur frá Gerðabø undir Kjølinum norður á leið har sum verðandi tunnil kemur út, letur seg væl gerða, og er kanska líka bíligur sum ígjøgnum Kjølin, og vil verða ein stórur fyrimunur fyri ferðsluna í Klaksvík.

Vit vita at øll at tann tunga ferðslan sum kemur ígjøgnum Norðoyatunnilin og størsti partur av ferðsluni frá Norðoyri/Skarðhamri, pluss ein partur av ferðsluni sum kemur norðanfjalls, skal øll omaneftir Gerðagøtu, framvið skúlanum har hundratals børn skulu yvir um vegin dagliga, síðan oman til eina lítla rundkoyring við posthúsið, og so størsti partur víðari norður eftir Nólsoyar Pálsgøtu.

Vit kenna ikki framtíðina, men kunnu rokna við at bygt verður fram við Ánavegnum/Strandabø ja líka til Kunoyar, so ein og hvør kann rokna út at trongligt verður mangan eftir Nólsoyar Pálsgøtu, um ikki ein alternativur vegur verður gjørdur, serliga til tunga ferðslu.

Áhugavert hevði verið at fingið at vita -hvussu og hvar grótið sum kemur úr tunnlinum skal koyrast.

Man má jú hava loyvi at verða ivandi, vit sóðu og lósu hvat leirvíkingar søgdu um tungu ferðsluna fram við húsum teirra, og hvat tað kom at kosta í seinra enda.

Tað feskasta dømi er Runavík. Teir vildu bara hava ein tunnil, at tað bara var ein vegur ”hugsaðu” teir ikki so nógv um tá, nú vita hvørki tey ella landsins mynduleiki hvussu fram skal farast, Runavík verður einahelst avlasta við eini loysn úr Gøtudali í Skálabotn, sum nokk framvegis er tann besta loysnin.

Vónandi verur skjótt sett gongd á tunnilsarbeiðið norð um fjall, og at vit ikki gera somu mistøk, sum blivu gjørð við vegaføringinum í Lorvík og Runavík.

Víkafressur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi