Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gerðabøur er ov góður at missa

SKRIVAÐ: Nicolina Dahl  |  25.05.2020 - 15:32 Lesarabrøv Mentan

Tað kennist heldur enn ikki hugstoytt enn einaferð at kenna seg noydda at fara í fjølmiðlarnar og royna at grundgeva fyri, hví Gerðabøur eigur at fáa frið.

Grundgevingarnar eru tær somu sum hvørja ferð: Gerðabøur er ov góður at missa.

Nú ið várið endiliga er komið og bøurin grønkast, fuglarnir reiðrast og smálombini eru um at fara av bønum, so nýtist ikki at siga frá vakurleikanum, tað er at brúka eyguni. Men summi menniskju geva ikki vakurleika gætur, tað sær út til, at alt snýr seg um at koma nakrar fáar minuttir fram skjótari enn tey eru von – til hvat? Vera vit lukkuligari av at koma skjótari fram?

Ein bergholsmunni í Gerðabø loysir ikki trupulleikan við tungari ferðslu í Klaksvík, men hann fer um allar ævir at beina fyri nøkrum, sum ikki kann keypast fyri pengar og ongantíð aftur kann skaffast! Er tað farið, so er tað farið við alla.

Eg vildi hildið, at Gerðabøur eigur forrættindi, tí at

- áðrenn bilurin var uppfunnin, lá hann her.

- áðrenn bilurin var uppfunnin, livdu og arbeiddu fólk her.

- áðrenn bilurin var uppfunnin laðaðu teir garðar og veltu og skaptu vælferð til fólk og fæ.

- áðrenn bilurin var uppfunnin, upplivdu tey ikki bara einaferð, men tvær ferðir ringastu vanlukku, ið hend er á landi í Føroyum.

Vit, ið nú liva, hava skyldu til at virða søguna og siðsøguna. Ein bergholsmunni í Gerðabø kennist sum ein vanvirðing bæði av teimum, ið lótu lív har, og av eftirkomarunum.

Norðlýsið fortelur okkum, at fólk av Fornminnissavninum hava verið og skrásett lendið við dronu og tað er mikið gott – gott at taka nýggja tøkni í brúk, men tað nyttar ikki nógv, um savnið ikki hevur kunnleika til økið. Tann kunnleikan liggur kommunan inni við frammanundan, tí at fornfrøðingar við kunnleika til Norðoyggjar hava longu gjørt tað arbeiði einaferð.

Tey seinastu árini hava ønskrilig neyðarróp verið at hoyrt frá teimum, sum dagliga brúka farleiðina norður um fjall, at farleiðin er lívshættislig. Eg havi hildið, at dagføring av farleiðini tískil hevði skund, men tað sær út til, at tað havi eg misskilt. Tí at hevur tað skund, so er sjálvsagt, at tað mest skynsama er at fara stytstu leið gjøgnum fjallið. Alt annað er oyðsl av almennum pengum, tí vit vita, at nógvar aðrar bygdir í Føroyum við hættisligum samferðsluviðurskiftum  bíða eftir tørni. Kann ikki lata vera við at halda, at uppskotið um loysnina við munna í Gerðabø er ein roynd at fáa málið at draga enn meira út.

Útsøgnin hjá Jákupi Mikkelsen kann ikki sleppa at standa einsamøll, tí hesi orð.

 

Nicolina Dahl

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð