Lýsing
Lýsing
Lýsing

Andstøðan vil hava løgmann og Jenis í samráð í Uttanlandsnvendini um fjarskifti og 5G-tøkni

SKRIVAÐ: Høgni Hoydal & Heðin Mortensen  |  27.05.2020 - 18:03 Politikkur Tíðindaskriv

Vit vilja hava samráð við Løgmann og Landsstýrismannin í uttanríkismálum um fjarskiftisnet, 5G-tøkni, trygdar- og verjupolitikk og samráðingar við donsku stjórnina

Vísandi til Tingskipanina §24, stk. 5, heita undirritaðu limir í Uttanlandsnevnd Løgtingsins hervið á nevndina um at taka undir við, at Løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum verða bidnir um at koma í samráð í Uttanlandsnevndini at svara spurningum um:

 

-       Samskifti, samráðingar og avgerðir landsstýrisins í málinum um fjarskiftisnet, 5G-tøkni og trygdar- og verjupolitikk.

-       Samskifti og samráðingar við donsku stjórnina og aðrar útlendskar stjórnir og myndugleikar um hesi mál.

-       Hví og við hvørjari heimild løgmaður sendir út tíðindaskriv um, at fjarskiftismál og avgerðir um hetta, sum er føroyskt málsøki, skal gerast partur av trygdar- og verjupolitikki og koma undir danska lóggávu.

-       Hví landsstýrið ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndini um hesi mál sambært stýrisskipanarlógini §54.

 

Síðani løgmaður sendi tíðindaskriv út um málið 13. mai 2020, hava umboð fyri bæði andstøðuflokkar og samgonguflokkar alment funnist at boðskapinum og framferðini hjá løgmanni.

 

Formaðurin í Uttanlandsnevndini hevur reist spurningin um, hvørt løgmaður hevur hildið ráðførslukravið sambært Stýrisskipanarlógini §54.

 

Enn hevur landsstýrið ikki biðið um ráðførslu í hesum týðandi máli.

 

Tí heita vit á formannin og allar nevndarlimirnar um at taka undir við at biðja løgmann og landsstýrismannin í uttanríkismálum um at koma á fund í Uttanlandsnevndini at svara spurningum um málið.

 

Til tess at fáa hetta í lag, krevjast 5 nevndarlimir at taka undir (sambært Tingskipanini §24, stk.5).

 

 

Vinarliga

 

Høgni Hoydal                    Heðin Mortensen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík