Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Dartfelag á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.06.2020 - 15:07 Mentan Tíðindi

Leygardagur 6. juni frá kl. 12 og út á dagin verður opin dartkapping í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag - Norðoyastevnu Open 2020.

Øll tilmælini frá landsins myndugleikum um fráleika og reinføri verða fylgd, og sleppa bara spælarar, ið eru tilmeldaðir, at verða í hølum felagsins í mesta lagi 30 í senn. Sí eisini FaceBook-síðu felagsins.

Allir leikarar verða bidnir um at spritta sær, tá ið teir koma í hølið, spritt er til endamálið.

Um leikari kennir seg sjúkan, verður viðkomandi biðin um at halda burtur.

Spælt verður beinleiðis Cup, so at tað ongantíð vera ov nógv fólk inni í hølunum í senn. Kapping verður fyri kvinnur um í minsta lagi 8 tekna seg, um ikki, spæla tær saman við monnunum.

Beinleiðis lutakast verður fríggjakvøldið, eingin er seedaður. Spælt verður best av 13 hjá monnum og best av 9 hjá kvinnum.

Tíð verður sett á hvat klokkan dystirnir verða leiktir. Vinningar verða lætnar til nr 1, 2 og 3. Eisini til hægsta útgang - Fægst pílar og hægsta gjøgnumsnitt.

Tilmelding við mail adressu kdf1880@gmail.com - Luttøkugjald kr. 100,- 
Seinasta freist fyri tilmelding er hóskvøldið 4. juni kl. 22.

Eisini er kappingin skipað soleiðis, at tað ongantíð eru fleiri enn 30 fólk í hølunum samstundis. So hvørt sum luttakarar eru útslignir, verða teir bidnir um at fara úr hølunum.

Kappingin verður stroymd allan dagin, so til ber at fylgja við.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…