Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein sílatúrur í Vatnsdali við Oyndarfjørð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.06.2020 - 15:48 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

So fóru vit tríggir aftur í gjárkvøldið. Undirritaði, Hans Hjalti Skaale og Ásmundur Joensen. Leiðin gekk í Eysturoynna til Oyndarfjørð.

Frammanundan hevði eg gjørt avtalu við Hans Kristian Abahamsen, bónda, sum fyri stuttum fekk eina óuppiborna viðgerð í KVF um seyð og seyðahald, ið gjørdi at eg fekk hugskotið um at fara í Vatnsdal í Oyndarfirði. Ná, men tá eg ringdi til bóndan og bað um loyvi, var hann sera fyrikomandi, og segði ja til, at vit fóru ein túr í haga hansara við tráðu.

Komnir til Oyndarfjørð, parkeraðu vit bilarnar við Stóra og so hondina á knæði tað longu leið niðan við Hvíthjalsá. Vit tríggir eru ikki heimsins bestu gongumenn, tað tók okkum ein tíma at ganga til vatnið. Vit løgdu merki til, at á vegnum niðan var sera nógvur sundurskræddur fuglur at síggja. Vit tosaðu aftur og fram um hetta. Onkur helt at tað mundi vera skúvur, hóast vit ikki varnaðust nakran skúv. Tá kom prátið inn á túr okkara uppi á Svínoynni í fjørð, har vit sóu eina rúgvu av skúvum, men varnaðust ikki tá nakran sundurskræddan fugl har. Hinvegin mintist vit, at vit hava verið her í Vatnsdali áður og tá sóu vit tað sama, rovuni av nógvum sundurskræddum fuglum.

Komnir til vatnið, var fyrst at fáa okkum ein kaffimunn og so at kasta við tráðuni. Eg brúkti pilk ímeðan hinir báðir brúktu tráðu. Okkurt sílið kom upp, men ikki vóru tey mong, men tey vóru hampulig.

Veðurmenninir høvdu boðað frá regni um kvøldi. Tað kom eisini okkurt ælið tá vit fóru av Klaksvík um fimmtíðina, men sum kvøldið leið, bleiv veðrið bara betur og betur, fyri til seinast at gera kvøldið til eitt ógloymandi flott kvøld til veður.

Hans Kristian Abrahamsen, bóndi segði fyri mær tá eg bað uk “fiskiloyvi”, at hann hevði ikki sæð lómin á vatninum, tá hann hevði verið har dagin fyri. Men tá vit komu niðan var lómur á vatninum. Tí fóru vit ógvuliga varðisliga fram við vatninum. Vit ætlaðu nevniliga ikki at órógva bøguna, um hon lá á. Men vit sóu onki til nakran lóm, sum lá á reiðri og nakað seinni fór lómurin á flog og vit sóu ongantíð tveir lómar.

Her uppi í dalinum var ótrúliga vakurt, Knúkur Buknurðar og Vaðhorn vóru ótrúliga flott í góðveðrinum. Norður ímóti Kolbanargjógv sást Borgarin á Kalsoynni at koma undan og eisini Kalsoyggin og Kunoyggin sóust undan Knúki. Har var nógv fyri eyguni, fyri okkum, bæði fremmant og kent.

Vit góvust við “fiskiroyndunum” tá klokkuni leið ímóti miðnátt og vóru við hús um eitttíðina seinastu nátt. Enn ein ógloymandi ferð í egnum landi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…