Lýsing
Lýsing
Lýsing
Betri Banki minkar um talið av sjálvtøkum og hækkar um avgjaldið fyri at taka reiðan pening út. Hetta hevur fingið m.a. fólk á Skála, har sjálvtøkan er gjørd óvirkin, at mótmæla

Bankarnir gerast alsamt frekari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2020 - 17:01 Leiðarin Tíðindi Vinna

Um nakar helt, at tað at ein banki er blivin bjargaður av tí almenna, ger, at hann fer at vísa størri samfelagssinni, so fer viðkomandi skeivur. Tvørturímóti síggja vit at teir royna at innkassera alla staðni, har teir kunnu. Tænastugjøldini vaksa alsamt, nýggja hugtakið “negativ renta” er vorðið ein rein inntøkukelda fyri peningastovnarnar, og samstundis skerja teir tænasturnar meira og meira.

Lesari hevur vent sær til Norðlýsið við einum kontoavriti, ið sigur, at hevur hann meira enn 50.000 innistandandi, verður tað negativt rentað við ÷0,75%. Umframt tað stendur, at hann skal gjalda kr. 20,- um mánaðin (!) fyri í heila tikið at sleppa at hava konto. Ein órørd konto við 400 krónum inni verður sostatt tømd heilt uppá 20 mánaðir og fer eftir tað í trot – sum aftur kostar eina uppaftur fúlari rentu uppá 18,75%. Eisini hóast bankin sjálvur hevur skapt trotið.

Fyri fáum døgum síðani hoyrdu vit, at Betri Banki læt aftur fleiri heviautomatir kring landið, og hækkaði kostnaðin fyri at kunna taka út úr teimum til 8 krónur pr. útgjald. Frammanundan hevur sami bankin latið eina røð av avgreiðsludeildum aftur kring landið, til dømis í Vestmanna, Fuglafirði og við Gøtugjógv. Í Fuglafirði gjørdi kommunustýrið ikki mætari enn at flyta øll síni bankaviðurskifti yvir í Norðoya Sparikassa av tí sama.

Á Skála gjørdu tey bart og mótmæla, at einasta sjálvtøkan í bygdini er millum tær, sum nú letur aftur. Frammanundan er bankadeildin har eisini afturlatin. Tey handilsrekandi stúra nú fyri, at tey skulu gera arbeiðið hjá bankunum fyri bankarnar, við tað at fólk koma og biðja um at fáa upphæddir yvir keypsprísin frá teimum í staðin.

Í útjaðaranum merkja tey eisini sviðan av teimum alsamt vaksandi krøvunum til profitt hjá bankunum. Vit hava sæð sjónvarps- og útvarpsinnsløg, har kommunustýrislimir í útjaðara-kommunum kæra sína neyð um, at peningastovnarnar ikki vilja fíggja bústaðir har, hóast teir fáa alt aftur við rentum. Søgur eru farnar at ganga um, at fólk hava fingið noktað lán til hús á bygd, men fáa játtað lán til hús í Havn, hóast síðstnevndu eru nógv dýrari. Og markið fyri, nær ein skal gjalda negativa rentu, minkar eftir øllum at døma sera skjótt.

Vit eftirlýsa samfelagssinni! Tveir av føroysku bankunum eru bara til, tí landskassin og statskassin hava bjargað teimum eftir húsagangir. Á hvørjum ári eru vit eisini vitni til, at stóru bankarnir kunngera tvísiffrað milliónaavlop av sínum virksemi. Og tað almenna ger bankunum eina risastóra tænastu við við lóg at krevja, at allar okkara lønir skulu ígjøgnum ein banka at venda, áðrenn vit fáa tær útgoldnar. Nakað sum onkur teirra nú krevur 20 krónur fyri um mánaðin frá kundunum. Vit mugu kunna fáa okkurt afturfyri!

Røddir hava verið frammi um, at vit áttu at havt ein almennan banka, ið ikki hevði profittáhugamálið sum sítt einasta áhugamál. Hann kundi so veitt sethúsalán til hús á bygd og havt bankatænastur kring landið, sum privatu bankarnir so treyðugt vilja veita, men sum stórur eftirspurningur er eftir. Miðflokkurin róði fram undir hesa loysnina undir valstríðnum, men hevur enn ikki meiriluta fyri tí.

Hetta er sjálvandi ikki ein ynskisstøða, men kann gerast neyðugt, um ikki bankarnir taka annað skinn um bank og byrja at vísa samfelagssinni. Vit kunnu ikki liva við alsamt øktum avgjøldum fyri alsamt meira skerda tænastu, og nú eru vit komin at pínumarkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
FM Radio: Árni og Páll vitja Norðlýsið
Búskapu­rin hevur tað gott, men...
Rættartrygdin sett til viks í Klaksvíkar…
Ongin doyði - men ferð drepur nógv annað
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
4. flokkur granskar hjartað, lungu og ný…
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir
U19 lands­liðskapping í flogbólti í Havn…
FM Radio: Tummas og Jógvan vitja Norðlýs…
Vinnulívið netverkar í Rótini
Friður á pallinum: Fleiri atgongumerki s…
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
FM radio á Norð­lýsi­num, 21. okt 2025
Atgongumerkjasølan byrjað
Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópin…
Pelagisk rekord: Asbjørn selt fyri 46 mi…
Dansihugni byrjar aftur