Lýsing
Lýsing
Lýsing

Binda framvegis í Fuglafirði – inni og úti!

SKRIVAÐ: Kristina Gry Berg  |  11.06.2020 - 15:36 Poddar Tíðindi

Føroyar eru kendar fyri góðu ullina og spennandi ullvørurnar, sum fáast her. Men vit eru eisini kendar fyri at hava bindiklubbar og góðar bindiførleikar. Ferðafólk spyrja tí javnan um møguleikan fyri at luttaka á bindiskeiðum ella vitja bindiklubbar.

Tí hevði Ribarhús sett nakrar styttri verkstovur ella hálvdagsskeið á skrá í summar, har ferðafólk høvdu møguleika fyri at hittast í søguliga húsinum í Fuglafirði til ymiskt kreativt virksemi við bindiklubbahugna og læring á skránni. Tá korona so rakti ferðavinnuna, var hugskotið broytt, soleiðis at tað bleiv lagað til føroyska marknaðin.

Hesið bindiskeiðini eru nú partur av í Ferðist í egnum landi átakinum. Her koma fólk til skeið í Ribarhúsi, men tey fáa eisini aðrar upplivingar við. Tógv, stokkar og góðan føroyskan ís fáa tey at byrja við í nýggja tóhandilinum, Noðastovu, á havnalagnum, ein góðan frokost fáa tey frá Pól á Muntra, og kaffi og føroyska sjokolátu fáa tey frá Fjord, sum annars selur plakatir og annað spennandi, sniðgivið í Fuglafirði. Er tíðin og veðrið til tað, ber til at njóta løtuna í miðstaðarlundini ella fara ein longri túr til onkra av náttúruperlunum í Fuglafirði aftaná.

Og tað hevur víst seg at hugurin til at sleppa at binda og læra nýtt, er stórur, nú heldur eingin Bindifestivalur hevur verið. Sum nógv onnur tiltøk varð Bindifestivalurin, sum skuldi verið hildin í Fuglafirði 23. – 25. apríl, útsettur til næsta ár, tá hann verður 15. – 17. apríl. Tað eru nógvar, serliga føroyskar, men eisini útlendskar kvinnur, sum leggja nakrar feriudagar, tá Bindifestivalurin er, og hesar vóru sjálvsagt keddar um at missa hesar hugnaligu og kreativu dagarnar í heimligum stovum í Fuglafirði.

Hugskotið til Bindifestivalin spratt millum tær virknu heimavirkiskonurnar í Ribarhúsi, har tey eisini hava havt ymisk kreativ skeið millum ár og dag, og tí er upplagt at hesi summarskeiðini hava høvuðssæti har. Dugnaligar bindikonur við tilknýti til Ribarhús undirvísa, og á loftinum gekk prátið lystiliga á fyrsta skeiðinum, sum var í Fair Isle binding.

Men í Fuglafirði binda tey ikki bara innandura. Tær, sum vanliga skipa fyri Bindifestivalinum, hava skipað fyri einum ‘Gakk og bint’ tiltakið leygardagin í sambandi við at annar leygardagur í juni er World Wide Knit in Public Day. Eitt uttanduratiltak verður í Fuglafirði leygardagin 13. juni, har fólk hittast á Mentanartorginum kl. 13 og antin sita saman og binda har ella fara ein gongutúr við ferðaleiðara og stokkum. Bindifestivalurin hevur lagt upp til at onnur eisini skipa fyri Gakk og bint tiltøkum um alt landið, so tað kann blíva eitt gott felagsátak, og undirtøkan sær út til at vera góð, tí tiltøk eru eisini fyriskipaði í øðrum bygdum og býum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Russara­sáttmálin og kenslulig impulsstýr…
Skuldu Føroyar ikki hugsa – og stýra – s…
Veðrið í vikuni
Krafta sær stórt potentiali fyri vøkstri
Føroyar flúgvandi byrjan
Seyða­hundakapping í Sandavági
Country-gospel-kafé-konsert í Varpinum
Gunvør Reyðberg gevur út altjóða ítrivsb…
Formansfrágreiðingin hjá Beinir Johannes…
Jóla- og stuðuls­konsert í Havnar kirkju
Vøkur mynd av Klaksvík
Vitlíki er bara eitt hjálparamboð
Rottangatøming á Kalsoynni
Heilarnir í verkætlanarverki
Eitt legendariskt rokkshow á Voxbotn’26…
Veðrið um vikuskiftið
Ábøtur í kirkju­garði­num úti í Grøv
Fráboðan um at broyta skipanina hjá bólk…
Norðoya Listafelag 40 ár
Bókabúðin latið upp í Klaksvík