Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í Kastrup er sett eitt tjald upp uttanfyri Terminal 2, har ferðandi kunnu lata seg kanna fyri Covid-19. Kanningin tekur einans 5 minuttir, og neyðugt er ikki at bíleggja tíð. Hesar kanningarnar eru bæði ókeypis og sjálvbodnar

Danmark: Almennar, sjálvbodnar og ókeypis Corona-kanningar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.06.2020 - 09:08 Leiðarin Politikkur

Danmark og Føroyar lata nú upp fyri umheiminum. Men tað er heilt ymiskt, hvussu hesi bæði londini í ríkisfelagsskapinum fara við sínum borgarum og ferðandi. Meðan vit við hóttan um tvingsil og kravi um gjald skulu lata okkara DNA til privatar fyritøkur, hevur Region Hovedstaden latið eina kanningarmiðstøð upp í floghavnini í Kastrup, sum er bæði almenn, sjálvboðin og ókeypis.

Eisini føroysk ferðandi kunnu brúka tilboðið í Danmark, og til ber at siga, at so er ongin trupulleiki, tí so er ongin orsøk at verða kannað/ur eina ferð afturat í Vágum. Men danska tilboðið vendir sær fyrst og fremst til danir. Hevur tú NemID, fært tú sum dani úrslitið innanfyri 1-2 dagar á sundhed.dk. Útlendingar, og føroyingar uttan NemID eru umfataðir av tí sama sum teir, fáa hinvegin bara svar 2 dagar seinni, um kanningarúrslitið er positivt.

Tað er heldur ikki greitt enn, um føroysku myndugleikarnir góðtaka donsku kanningina, sum føroyingar sum sagt hava møguleika at taka áðrenn heimferðina til Føroya. Skal svarið fyriliggja, tá tann ferðandi kemur aftur til Føroya, má kanningin takast 1-2 dagar frammanundan, eins og tað er eitt sindur tvørligt, tá man ikki hevur skjalprógv uppá eitt negativt úrslit.

Mong fólk í Føroyum undrast á, hví teir við tvingsli skulu gjalda til privatar fyritøkur sum Thetis og Amplexa í Vágum ella Hirtshals, tá danir kunnu kannast av almennu myndugleikunum sjálvboðið og ókeypis. Um tað er ov dýrt fyri almennu Føroyar at kanna føroyingar ókeypis, hví so ikki fara í samstarv við danir um at lata føroyingar brúka tilboðini í Danmark, haðani nógv tann størsti parturin av teimum ferðandi koma?

Eitt negativt, sjálvboðið, alment og ókeypis kanningarúrslit, tikið stutt undan fráferð úr Danmark til Føroya, átti at verið nøktandi. Í øllum førum er møguleikin verdur at kanna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…