Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sundalagið: Frá spjøddum bygdum til meginland

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2020 - 12:31 Leiðarin Mentan

Hóast flestu bygdirnar í Sunda Kommunu eru fyrndargamlar, so er leikluturin hjá Sundalagnum sum savnaður landslutur rættiliga nýggjur. Í sjeytiárunum kom Sundalagið at vera marknalandið millum tvey tey fólkaríkastu økini í Føroyum, Eysturoynna og Suðurstreymoy, eins og at kalla øll ferðslan til og úr Norðoyggjum eisini gekk gjøgnum Sundalagið. Og síðani tá hevur menningin gingið við rúkandi ferð.

Ongin ivi kann vera um, at tað sum hevur ment Sundalagið meira enn nakað annað er Brúgvin um Streymin, tá søgd at vera einasta brúgv tvørtur um Atlantshavið. Tá koyrandi varð um brúnna í 1973, broyttust allar fortreytir hjá Sundalagnum grundleggjandi. Fyri at kunna gaggnýta brúnna optimalt, varð eisini hildið á við Norðskálatunlinum frá 1976. Brádliga lá Sundalagið mitt í “verðini”, mitt í norðara partinum av Føroyum, og til bar at búgva í Sundalagnum og arbeiða í Havn, Eysturoy, Norðoyggjum ella Vestmanna. Og øvugt.

Seinast í 19. øld og nakað inn í 20. øld sóu vit eina rimmar desentralisering í Føroyum. Tær fyrstu lutfalsliga stóru kommunurnar fóru sundur í fleiri smærri kommunur, og ofta var bert ein bygd í hvørjari kommunu. Tað hekk væl saman við tí gamla mynstrinum við markatalsbygdum, sum hvør í sínum lagi vóru rættiliga sjálvforsýnandi, og mynstrið við hvørjari markatalsbygd sum sjálvstøðugari kommunu má síggjast sum partur av tí gamla landbúnaðarsamfelagnum.

Við broyttu fortreytunum, sum íkomu við fyrst fríhandlinum og seinni fiskivinnusamfelagnum, byrjaðu kraftsentur at vaksa fram kring um í landinum. Tórshavn, Tvøroyri, Vestmanna og Klaksvík vuksu seg stórar kring fyrrverandi úthandlarnar hjá Kongaliga Einahandlinum. Nakað seinni fingu vit stórhandilsmenn í m.a. Fuglafirði, Toftum og Vági. Í Sundalagnum varð tó hildið fast um landbúnaðarsamfelagið, har bygdin var snúningsdepilin, rættiliga leingi, langt inn í 20. øld.

Við Brúnni um Streymin frá 1973 gjørdist grundarlag fyri øktum samspæli tvørtur um sund. Og sundalagsfólk lógu ikki á boðunum. Longu árið eftir kom Felagsskúlin á Oyrarbakka, ið er nútímansgjørdur fleiri ferðir og áhaldandi verður mentur. Og longu í 1980 var hann ov lítil, soleiðis at neyðugt var at útbyggja hann. Og í løtuni verður skúlin aftur útbygdur, og tað í stóran stíl. Nærum ein heil álíkning, neyvt 85% av eini álíkning, verður lænt at brúka uppá skúlan, ið væntandi fer at kosta 100 milliónir tilsamans, og har verður roknað við eini lániskuld uppá 70 milliónir, tá skúlin stendur liðugur. Álíkningin í Sunda Kommunu er 81 milliónir (2018).

Kommunusamanleggingin í økinum hevur gingið rímiliga væl. Hon byrjaði sum kommunalt samstarv, skipað í kommunufelagsskapi, og í 2005 blivu so tær fýra kommunurnar Hvalvíkar, Hósvíkar, táverandi Sunda- og Hósvíkar Kommunur lagdar saman eftir fólkaatkvøður. Í hesi tilgongdini var greitt, at lokali samleikin framvegis stóð sterkur, og í fyrstuni ynskti onkur eisini at standa uttanfyri. Men í dag er torført at ímynda sær, at bygdirnar fara sundur aftur.

Tað kann tykjast løgið at umrøða Sunda Kommunu í dag sum ein bý, men formliga, sambært kommunulógini, gevur íbúgvatalið í kommununi rætt til at hava eitt býráð og ein fulltíðarborgarstjóra. Og fólkatalið bert veksur. Í sjálvari Sunda Kommuna, har Eiðis kommuna ikki er við, búðu umleið 1.550 fólk, tá kommunurnar løgdu saman, meðan tað í dag liggur um 2.000 fólk.

Hendan miðalstóra kommunan er heldur ikki liðug at mennast. Í 2015 kom í lag tað stóra VEKS-samstarvið við Vestmanna, Eiðis og Kvívíkar kommunur. Hetta læt seg m.a. gera við, at tá eldraøkið í 2015 varð lagt út til kommunurnar, fingu kommunurnar, til tess at fíggja hetta, eina afturbering av DIS- og FAS-inntøkum. Men longu frammanundan, í 1993, høvdu fótbóltsfeløgini Eiðis Bóltfelag og Streymur lagt saman í eitt felag, ið ikki færri enn tvær reisir, í 2008 og 2012, hevur vunnið føroyameistaraheitið.

 

 

Á fleiri hættir kann Sunda Kommuna sigast at vera ein sólskinssøga um samstarv og samanlegging. At umleið ein fjórðingur av íbúgvunum eru børn – 140 á dagstovni, 75 í frítíðarskúla og umleið 300 í teimum trimum fólkaskúlunum í kommununi – talar fyri seg og bendir á bjørt framtíðarútlit. Og VEKS-samstarvið er eisini víðkað til at fevna um barnaverndarøkið eisini, so alt í alt er talan um eina kommunu í rívandi menning.

Sundalagið er eisini annað og meira enn bert Sunda Kommuna, og tað er fyriliggjandi Sundalagsstevnan kanska besta dømið um, saman við VEKS og EB/Streymi. Sundalagsstevna verður hildin í Hvalvík, Hósvík og Kollafirði, sum triðja hvørt ár halda stevnuna. Og her er bæði samstarv og innanhýsis kapping. At ikki færri enn 5 lokal róðrarfeløg eru, ella hava verið, í Sundalagnum, Hvalvík-Streymnesar Róðrarfelag, Hósvíkar Róðrarfelag, róðrardeildin hjá Kollafjarðar Ítróttarfelag og Haldórsvíkar Róðrarfelag, umframt Sunda Róðrarfelag, vitnar um eina sterka kappróðrarmentan í økinum.

Spjødd, tó samanløgd; siðbundin og í menning. Spenningsfeltið í Sundalagnum er eitt øki, har mótsetningar møtast. Sundalagið helt leingi fast um siðbundna landbúnaðarsamfelagið, men var heilt frammi í skónum, tá tað kom til samferðsluútbyggingar. Sunda Kommuna hevur bæði smáar bygdaskúlar og ein nýmótans felagsskúla, er í samstarvi um barnavernd og eldraøki, og hevur eitt ítróttarfelag, ið húsast á tveimum oyggjum. Alt hetta vísir, at talan er um eina kommunu, ið tekur avbjóðingar á seg við áræði, og ikki letur seg ræða av at ganga leiðir, sum ikki eru royndar áður.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar