Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarafundur um bústaðir savnaði nógv fólk á Syðradali

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  01.07.2020 - 10:00 Tíðindi

Rættiliga nógv fólk var á borgarafundi um bústaðarmøguleikar hjá ungum kalsoyingum í skúlanum á Syðradali týskvøldið 30. juni.

Tað vóru lokalar kreftir og Útoyggjafelagið, sum settu Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar Kommunu stevnu, at kjakast um møguleikar hjá ungum familjum at seta búgv í teimum fýra bygdunum í oynni.

Olga Biskupstøð, fyri Útoyggjafelagið, Paulina M. K. Eliasen, fyri staðbundnu nevndina á Syðradali, Jóhanna Maria Isaksen, umboð fyri ungar familjur í Kalsoynni og Jógvan Skorheim, borgarstjóri løgdu fram teirra sjónarmið.

Síðan varð lagt upp til kjak millum fundarfólk, borgarstjóran og hini í panelinum.

Stórur áhugi millum ung at búseta seg í heimbygdini

Á fundinum kom fram, at áhugin er stórur millum ung at seta búgv í oynni. Tað vísti seg eisini at áhugin er nógv tengdur at, at tey ungu ynskja at búseta seg í heimbygdini.

Tað kom fram, at kommunal grundstykkir einans er tøk í Mikladali, hóast fólk í hinum bygdunum í oynni í mong ár hava havt umsókn inni hjá kommununi um grundstykki.

Lívligt kjak og nógv góð hugskot

Framløgurnar vóru bæði viðkomandi og upplýsandi, og kjakið var lívligt við nógvum góðum hugskotum til borgarstjóran og kommununa at arbeiða við.

Fólkatalið í oynni er minkað nógv seinastu árini, og er nú komið niður á 75 fólk.

Leigubústaðir og grundstykkir eitt krav

Reyði tráðurin í tí, sum kom fram var, at tað er neyðugt hjá kommununi at arbeiða við at geva ungum familjum atgongd til íbúðir/hús at leiga.

Víst varð á, at Húsavíkar Kommuna hevur eina skipan, har ungar familjur kunnu leiga hús í eina tíð, og at hetta hevur havt við sær, at ungar familjur hava sett búgv har.

Harnæst varð víst á, at kommunan átti at hava kommunal grundstykkir klár í øllum fýra bygdunum, so ung, sum høvdu áhuga í at seta føtur undir egið borð, ikki vóru noydd at flyta av oynni.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri upplýsti, at hann alt fyri eitt fór at arbeiða víðari við at fáa ynskini frá fundarfólkunum á hesum týdningarmikla økið betur lýst og framd.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki