Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunoyar kommuna raðfestur trivnað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.07.2020 - 11:30 Mentan Tíðindi

Komandi vikuna verður skipað fyri útferð við fyrilestrum, umframt at tey í Kunoyar kommunu fara at rudda og planta í bygdunum

Kunoyar kommuna skrivar soleiðis á sínum facebook vanga.

 

Góði borgarar,

Nú summarið er komið, er gott hjá okkum øllum at koma út og vera virkin saman. Í komandi viku fara vit út at rudda og planta í bygdunum og útferð sunnudag.

Skráin er hendan:

Mikudagin 1. juli: Kommunan bjóðar nátturða í bygdarhúsinum í Haraldssundi millum klokkan 17.00 og 18.00. Tá vit hava etið fara vit at rudda í bygdunum. Rusksekkir fáa vit útflýggjaðar í bygdarhúsinum.

Hósdagin 2. juli: Vit hittast í báðum bygdahúsunum kl. 18.30, og vit fara at planta blómur í pottar hjá kommununi og seta grønmeti niður í pottar ella mjólkapakkar, sum vit fáa heim við. Tit eru vælkomin at taka tómar mjólkapakkar og ein lítlan spaka við. Kl. 20 fáa vit drekkamunn í bygdarhúsinum í Kunoy.

Sunnudagin 5. juli: Vit hittast á Fiskimøl í Haraldssundi kl.12 og vit ganga suður til hálendarabúðirnar. Andras Sólstein greiður frá um hálendarabúðirnar og Eghild Poulsen hevur lestur, tá vit eru við hálendarabúðirnar. Túrurin er ikki langur, men um tit hava hug, eru tit vælkomin at taka matpakka við.

Vinarliga
Trivnaðarnevndin í Kunoyar kommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará