Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jofridt Jensen úr Fuglafirði níti ár 6. juli

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  05.07.2020 - 12:22 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Foreldur hansara vóru Sofía úr Toftum í Fuglafirði. Vit kallaðu hana fyri Fía fastur. Hon var systir faðir. Foreldur teirra vóru Johanna Sofía og Thomas Johan Johannesen. Hon var úr Toftum í Fuglafirði og hann av Hellunum, sonur Lamba Tummas og Marin Margrethu av Vestur úr Fuglafirði.Tey fingu 10 børn. Beiggjarnir kallaðu hana fyri  Fía systur, tí hon var elst av systkinum. Johanna Sofía og Thomas Johan vóru systkinabørn, tí Gamli Poul og Marin Margreta av Vestur vóru systkin. Tey vuksu eisini upp saman í Toftum hjá Poul Poulsen(Gamli Poul, langabbi) og Cathrina Sofie (langaomma). Fía fastir varð borin í heim 1893, tá skuldi Gamli Poul siga: “ Ringt skil í Toftum - Børn eiga børn!”

 

Mesligarnir og Frammi við Gjónna

Jofridt er kallaður upp eftir mammubeiggjanum, Jógvani og mostrini,  Fridu, sum doyðu av meslingum eftir einari nátt síðst í febr. mánaði 1929. Hetta árið doyðu fleiri fólk í Fuglafirði av meslingum. Nítjan vórðu borin út , og fólkatalið var tætt við 700 fólk í bygdini. Hetta hevði nú svarað til  uml. 40 fólk, sum fóru undir heilt, um hetta var sami standur sum tá. Fleiri í familjuni eru kallað upp eftir Jógvani og Fridu og somuleiðis Martini, beiggja teirra, ið  fórst við Norðlýsinum við Spurn Head innsiglingina til Grimsby í okt 1922. So svár var sorgin undir hesum bitum í Toftatúni.

Thomas, vanliga nevndur Thomas í Toftum var ættaður frá Frammi við Gjónna. Her var hann føddur. Foreldur hansara vóru Jákup og Nicolina Jensen. Hon var ættað av Strondum og hann frá Gjónni. Hann doyr 1897, tá var Thomas 11 ára gamal. Hann og systir hansara, Suffía fóru til Fuglafjarðar í bóndahúsini í Toftum. Bóndin var Jógvan úr  Toftum og konan Mari Anna úr Kollafirði, systir Miðgerðabrøðurnar og systkinabarn Thomas. Tey áttu eingi børn. Tað var eins og Thomas var húskallur í hesum húsi og Suffía, arbeiðiskona.

Suffía giftist við Jógvan í Køk, sum var sonur til Hans og Biritu á Dalbø.

 

Systkini hjá Jofridt , konan Svanhilda og børnini

Systkini hjá Jofridt eru Jacob, vanliga nevndir Agga( 1921- 2007), Martina(1923 -), Nicoline (Lina) (1925- 2004), Johanna Maria, doyði sum 5 ára gomul(1928 - 1933), Tummas( 1932- 1975) og Meinhardt livdi bara 9 mánaðir (1934 – 1935) , og varð uppkallaður eftir systrini Johanna Mariu.

Jofridt giftist við Svanhildu dóttir Alexandur og Súsannu, vanliga nevnd Duda. Hon var ættað úr Funningi. Tey giftust í 1956 og fingu 4 dreingir og eina gentu, sum doyði 3- 4 daga gomul. Dreingirnir eru Sonni, Agnar, Sólbjørn og Frants. Jofridt vaks upp í býlinginum Toftum í Fuglafirði, har pápin læt eini steinsett hús byggja, sum enn tann dag standa sum eitt prýði í Toftatúni. Skarðsá er dygst við, so tað var lagamanni at spæla í hesi á bæði tíðliga og seint. Her vóru nógvir hyljar, har siglast kundu við skipum, bátum og hyljar vóru esini demdir, so svimjast kundi eisini í hesum rennandi vatni.

Vit báðir Svend hjá jarðarmóðrini stoyptu ójavnan í botnunum á tí Nýggja svimjihylinum, so hetta bleiv væl betur fyri tey, sum svumu í hesum hyli á hásumri

Sum 15 ára gamal var Jofridt við til at sláa allan Toftabøin saman við Hans bónda, Fritleif, pápa sínum og eldri monnum. Teimum líkt var tað natúrligt at rætta eina hond, tá ið á stóð.

 

Bedingin

Á heystið 1945 fór Jofridt á Bedingina at læra skipasmíð. Tá var ein gomul slupp tikin upp á beding og skuldi hon takast sundur. Hetta var Krosstindur. Krosstindur var slupp bygd í 1903 í Rosendahl í Noreg, til eigara í Austevoll, og haðani keypt til Sandavágs í 1923, har Heine Petersen var reiðari. Í 1934 verður Krosstindur seldur til Miðvágs, tá er Enok Joensen úr Sørvági reiðari.

Í 1937 verður Krosstindur seldur til Fuglafjarðar, tá er Sámal Petur Petersen (Piddi) reiðari. Tað einasta, ið var eftir av sluppini, var kjølurin og ein partur av botninum. Hon varð reist aftur og varð bygd við hvalabaki, keys, stýrihúsi á keysini, egningarskúrar og var sera snøgg. Hon fekk navnið Gulldrangur. Hon fiskaði undir Íslandi, Grønlandi, róði út um veturin og var á sild. Jú hetta var eitt snøgt skip. Meinhard hjá Annu Petru førdi hana í fleri ár, og var hann eisini kallaður fyri Meinhard á Gulldrangi.

Gøtu Jógvan var bedingsmeistari og Høgni Zachariasen tók við leiðsluni 1945. Teir, ið arbeiddu her vóru t. d.  Sam, Albert, Johan Øre, Hans Øre, Jacob hjá Benadikt, Kristjan í Geilini, Sámal Petur á Viðareiði, Elias á Skipanesi, Johan hjá Símun Johan við garð og Jens Elias hjá Biritu. Hetta vóru dugnaligir smiðir og fyrimyndarliga góðir handverkarar.

 

Grønland

Jofridt helt á fram at arbeiðja á Bedingini til 1953 og fór so til Grønlands um summarið at arbeiðja í Føroyingahavnini og var á Bedingini um veturin. Gamli Sjóvinnubankin fór av knóranum 1951/52 og tí varð farið til Grønlands at arbeiðja. Fleiri fuglfirðingar fóru eisini til Íslands at rógva út og at arbeiðja á landi.

Jofridt fekk 4,75 um tíman á Bedingini. Hetta var yrkismannaløn, og í Grønlandi fekk hann 5 kr um tíman og fríða ferð til Grønlands. Matur og vistarhald var eisini frítt.

Jofridt var 10 ár í Grønlandi og gavst 1963 við hesum arbeiði. Hann kom aftur og gjørdist leiðari á Handils og frystivirkinum, sum var eitt flakavirki dygst við kaiina í Fuglafirði.

Kubatrolararnir komu til landið uml. 1970 og vóru teir 8 í tali, sum avreiddu til flakavirk-ið. Onkuntíð vóru tað eini tvey - trý onnur før, ið avreiddu til virkið

Jofridt hevur verið klokkari  í Fuglafjarðar kirkju og fór í holt við hetta arbeiði1947, tá ið hann onkuntíð loysti Edvard klokkarin av. Alexandur á Trøðni og bróðurin, Jákup Oluf loystu eisini av.

 Tá ið nýggja kirkjan varð tikin í nýtslu 1984, var Jofridt fastur klokkari saman við Edmund Abrahamsen, har teir ringdu annan hvønn sunnudag. Jofridt helt uppat við hesari tænastu 2009.

Hjartaliga til lukku við teimum níti árunum skyldmaðurin.

 

Vinaliga

Frits

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…