Lýsing
Lýsing
Lýsing

Floksmannadagar í Hattarvík - eitt upplivilsi fyri lívið

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  07.07.2020 - 07:44 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Festarin á Uppistovugarðinum í Hattarvík, Símun Gullaksen, hevur lagt seg eftir, at ferðavinnan skal vera ein partur av inntøkunum av garðinum.

Av fleiri tiltøkum, sum hann fyriskipar, saman við konu síni Jastrid Gullaksen, ígjøgnum Gamla Seglhúsið í Klaksvík, er eisini Floksmannadagur, ið fór av barkastokki leygardagin í vikuni sum fór.

Um níggju tíðina fóru vit gestir hjá Uppistovugarðinum umborð á Rituna í Hvannasundi. Veðrið var gott hóast høgætt og eitt sindur av sirmi. Lagið var gott á teim útivið 80 fólkunum, ið ætlaðu sær til Floksmannadagar. Sum vera man lendu vit fyrst á Eiðinum í Svínoy og hagani gekk leiðin til Hattarvíkar, har vit øll sluppu í land.

Har var ikki hissini móttøka. Skeinkjarar á lendingini, vælskipaðir við einnýtisgløsum til øll sum komu í land.

Hetta hevði sína ávirkan, tí vit vóru ikki komin meira enn ígjøgnum hálva bygdina, tá prátið byrjaði at ganga so lystiliga.

Á Uppistovugarðinum var eisini góð móttøka.

Túrurin er eisini ein matuppliving. Vit vóru ikki meira enn komin í bygdina, tá vóru vit kallaði oman á bakkan, har seyðakjøtið av garðinum, ið skuldi brúkast til døgurða okkara seinni á degnum, skuldi gravast niður í spennandi ovnin. Kendi kokkurin Gutti Winther stóð fyri toyminum ið skipaði fyri hesi áhugaverdu steikingini av seyðakjøti. Ovnurin er ein grøv grivin í jørðina, fóðrað við stórum gróti. Bál verður kynt í grøvini og steinarnir heitaðir av bálinum. Tá steinarnir eru glóðheitir, verður kjøtið, sum er balla inn í vætað klæði og læst inni i einum netkassa søkt niður í grøvina. Síðani verður skumpað útyvir við mold, og flag lagt omaná. Hetta skal so liggja undir jørð, til vit einaferð koma aftur úr ætlaða gongutúrinum niðan á Eystfelli. Tá skuldu vit seta tenninar í hetta kjøtið, sum ongin okkara áður hevur upplivað steikt á hendan hátt.

Vit skuldu inn í kjallaran hjá Amandu at fáa okkum morgunmat. Morgunmaturin kom væl við, tí fleiri av okkum vóru at kalla farin óleskaði heimanífrá.

Her gav bóndin, Símun Gullaksen okkum nágreiniliga vitan um, hvat skuldi henda fyri dagin.

So skjótt etið var, var farið til gongu niðan Uppistovupartin av Eystfelli. Leiðin gekk niðan til hav Hálvdan Úlvsson, har steðgað bleiv eitt bil og vit fingu eina søguliga frágreiðing.

Síðani “hondina á knæið” og niðan brekkuna niðan á Knúk.

Ikki kann sigast annað enn at útsýnið var ótrúliga vakurt. Tokukloddar órógvaðu eitt sindur, men  lotið, ið kom av eysturi vísti okkum eisini hvussu føroyska veðrið kundi hátta sær her uppi í hæddunum eystast í Føroyum. Vit gingu siðani fram við eggini, nýttu útsýni og prátaðu um ymiskt. Áhugavert var at hyggja niður í tað, við sóu av berginum. -Og vøksturin, - har var sera nógv grønt at síggja, havhestarnir á eggum lógu ímillum hvannir, hjálpirøtur og annan gróður. Grasið ovast uppi sá út til at vera sera gott og sevjumikið.

Hugaligt var eisini at síggja allan lundan, ið fleyg upp um tronina við Knúkin. Har var í mínum eygum nógvur lundi at síggja, hóast tað neyvan kann sammetast við “garðarnar” ið menn tosaðu um í gomlum døgum.

Komin niðan til antennuna, har ymiskt samskifti fer í gjøgnum, bæði fartelefon, vhf og annað, varð borðreitt við matpakka, føroyskt skerpikjøt, øl og vatn.

Vit hildu áfram suðureftir við Skarið Mikla, hugdu niður í Sjúrðarberg og longur suður í Leypursskor.

Men komin har suður byrjaði tokan at taka útsýnið og sirmið trilkaðist, so tá gingið var nakað afturat suðureftir, sneiddi ferðaleiðarin av og vit fóru aftur oman ígjøgnum hagan og  oman í Uppistovugarðin, har vit blivu móttikin við suppu.

Síðani vóru vit boðin inn í seyðhúsið á garðinum til brellbitar og øl frá “Okkara Einar”, tað var nakað ið segði spar 2 til nógvan annan pinnamat. Her vóru níggju ymisk sløg av brellbitum, skipaðir á sera listarligan hátt inni í seyðahúsinum. Hesum listarligu bitum frá Gutta Winther og hansara fóki tóku vit væl ímóti, ikki minst tí tað mesta var serføroyskt.

Gongutúrurin var samrøðuevnið. Hann var ótrúliga fangandi og góður. Ikki at gloyma vælskipaða leiðslan á túrinum. Har vóru hjálparfólk til alt, so einki bleiv latið “upp í harrans hendur, sum man sigur. Onkur vendið oman aftur áðrenn komið var niðan á, tey fingu fylgið oman til tey funnu sjálvi og harafturat fylgdist eitt starvsfólk ella tvey við hvørjum bólki á veg niðan. Treyðugt so, orka summi betur enn onnur, so tá íð út ímóti 70-80 ganga niðan slíkar brekkur, so toygist fylgið altíð nakað, men tað var tikin hædd fyri.

Komin aftur av góðum túri í okkara vøkru náttúru og eftir at hava fingið suppu við móttøkuna.

Uppistovugarðurin hevur nógv fólk í arbeiði hendan dagin, Toymið hjá Símuni og Gutta Winther er stórt, har eru bæði kokkarnir hjá Gutta og so øll starvsfólkini hjá Símuni. Bert lítil løta gongur til bjóðað verður til borðs. Tó ein lítil bíðitíð er og tá fara vit í kirkjuna í Hattarvík, har Andras Sólstein greiður frá altartalvuni og søguni um kirkjuna.

Eftir tað, eru vit vitnið til, at kjøtið íð hevur ligið niðurgrivið í “ovninum” allan morgun, verður grivið upp.

Hagani fara vit í kjallaran, har borðreitt verður. Í meðan vit bíða undirheldur Jón Aldará og Hamferð við tónleiki, síðani kemur Gutti Winther á gátt og greiðir okkum frá hvat vit fáa at eta og hvussu tað er fyrireikað. Eftir døgurðan er eisini dessert á skránni, jú, vit fingu okkum so ríkiliga mettað av øllum góðum, bæði við vátum og turrum.

Aftaná at etið var, helt Andras Sólstein ein fyrilestur um mangt og hvat úr søgu Hattarvíkar.

Nú seinnaparturin fer at halla, fáa vit boð um, at Ritan kemur ikki á Hattarvík. Eystanlotið er somikið trilkað, at ikki er lendandi her, so vit mugu koyrast til kirkjar.

Ongin bussur er í oynni, men fyriskiparnir hava fingið tríggjar ella fýra bilar í oynni at koyra okkum teir umleið 5 kilometrarnar til Kirkjar og har fóru vit umborð.

Tey, eg tosaði við vóru meira enn nøgd við túrin og hildu at tað var bæði ein fríluftsuppliving og ikki minst ein matmentarnarlig uppliving at hava verið í Hattarvík á Floksmannadegi, - Takk fyri meg, ein væl nøgdur luttakari!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…